Óli Lervig, sum er einsamallur, umborð á útróðrarbátinum, Eysturhavið, sigur at talan er um stóra grind
– Eg sá grindina meðan eg lá og dróg umleið kl. 9 í morgun. Eg boðaði frá men tað sýntist ikki sum um serliga stórur áhugi var fyri grindini, men nú hoyri eg at bátar eru á veg.
– Fyri umleið 15 minnuttum síðan misti eg grindina úr eygsjón, og tí festi eg eina boyu á línuna og eri farin at leita eftir henni.
– Tað rekur inn móti landi so eg gangi út frá at hon hevur kós móti landi.
Eysturhavi var nú kl. 11:00 umleið 9 fjóðringar úr Skorðini og 13 fjóðringar úr Nólsoynni (62.4 norður og 6.12 vestur).
Óli Lervig sigur at talan var um stóra grind og at veðrið har á leiðini er av tíð allarbesta.




