Tá vit høvdu Jákup B í telefonini í kvøld, lat Sámal Jákup Olsen skipari væl at fiskiskapinum og segði at tað var ófør drift norðanfyri.
Vit hava haft 8 setur og hava ligið um 10.000 pund á setuna. Størri helmingurin er toskur, so vit skulu ikki lata illa at. Vit ætla at landa fríggjadagin og hava um gongst sum higarti eini 100.000 pund tá.
Tað er nógvur bátur norðanfyri. Ikki so nógvir stórir línubátar, men ein rúgva av útróðrarbátum við línu og sum skilst so fáa eisini teir væl.
Hinvegin hevur ikki ljóða væl frá snellubátunum. Í gjár og í fyrradagin vóru nógvir snellubátar norðanfyri og teir lótu illa at fiskiskapinum. Vestanfyri Mykines hava stóru línubátarnir eisini fingið væl og eisini ljóðar frá hampuligum fiskiskapi á Bankanum og á Munkagrunninum, so eg haldi ikki at skipini lata so illa at í løtuni, sigur Sámal Jákup at enda.




