Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Anthony Burger farin

John William Joensen

Undir eini konsert framførslu small kendi gospel klaverleikarin Anthony Burger um og hóast hann beinanvegin kom undir lækna hond eydnaðist ikki at fáa hjarta í gongd aftur.

Anthony Burger var ein av føstu gestunum á kendu Gaither Homcomming sjónvarpssendingum við amerikanskum gospeltónleiki.
Hann var ein klaversnillingur sum fáur og var júst á konsertferð við Bill Gaither umborð á ferðafólkaskipið í Caribiska havinum, tá hann andaðist.

Tíðindini fingu vit fyri lítlari løtu síðani í tíðindabrævi frá vinmanni hansara, Mark Lowry.