letur upp í nýggjum hølum í N.P.gøtu 7 týsdagin 28. februar
Tað er Malan Reyðhús sum stendur fyri nýggjastu frisørstovuni í Klaksvík og hon hevu arbeitt sum frisør síðan 1988.
– Vit fingu tilboð um at keypa húsini í Nólsoyar Pállsgøtu og tóku av. Síðani hava vit gjørt í stand og umframt frisørstovuna er ætlanin at útleiga handilshølini til annað virksemið og harafturat er eisini pláss fyri einar skrivstovu.
Í samband við at frisørstovan letur upp verður opið hús leygardagin 25. februar frá kl. 13 til kl. 16 har høvið verður at síggja nýggju hølini.




