Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frælsa orðið leingi livi! Tillukku Norðlýsið

John William Joensen

Tað er ikki so ofta, eg havi lisið Norðlýsið. Hetta hevur ta natúrligu forkláring, at blaðið verður útgivið í Klaksvík, meðan eg búgvi í hinum endanum á landinum.

Kortini hevur tað borið so á, at eg seinastu mánaðirnar havi havt høvi at fylgt við í blaðnum, og eisini á teldu at hava vitjað heimasíðu tykkara. Eg má ynskja tykkum tillukku við blaðnum og hepnaru hond við heimasíðuni, sum man vera tann besta, ið nakað føroyskt blað hevur at bjóða fram. Eg meti, at tit við Norðlýsinum hava havt stóran týdning fyri politiska útviklingin í Norðuroyggjum og avgerandi týdning fyri menningina í Klaksvík og Norðuroyggjum, um tit hava hildið somu linju øll árini. Tað sama kann tíverri ikki sigast um okkara øki í landinum, Surðuoynna. Støðan hevði kanska verið ein onnur, um vit høvdu havt eina líknandi lokalavís sum Norðlýsið, men her verður bara teskað undir húsagalvunum, og tað passar helst politikarum væl.
Eg havi fylgt við, hvussu tit t.d. hava arbeitt fyri menningini av útjaðaraøkjunum í Føroyum, meðan aðrir miðlar annaðhvørt hava verið beinleiðis ímóti ella passivir og steindeyðir. Serliga legði eg til merkis viðmerkingarnar um handverkarar og arbeiðarar, sum aftur nú skuldu tvingast heim at arbeiða í Suðurstreymoy. Eg taki fult undir við tykkara sjónarmiðum og vil siga tað sama um greinina, sum John Eli Olsen hevði í Sosialinum um sama mál undir yvirskriftini : Handverkarar á bygd offrast fyri løtuvinning í Havn. Tit og hann eru púra samdir í hesum spurningi og líka fram djarvir í huganum at tala mergjað beint ímóti breyðpolitikarum og lakajmiðlum teirra í høvuðsstaðnum.  Hetta tænir tykkum til miklan sóma, og undirtøku hava tit eisini millum fólk, hóast neyðarstøðan nú er so stór, at eingin í okkara øki longur er førur fyri alment at mæla ímóti oyðingarpolitikkinum- her er deyðatøgn, og fólk bert resignera.
Her eru vit nú komin so langt, at fólkatalið í dag er tað sama í Suðuroynni sum í 1920-unum og er støðugt minnkandi. Fólk fáa onga forkláring uppá hetta ódámliga fyribrigdi og hava ongantíð fingið annað at vita enn at fólk flyta jú av landinum ella til Havnar. Tú kanst sjálvandi spyrja hví? Men tú fært einki svar – hetta er sum ein náttúrulóg. Sum um eingir politikarar eru í økinum ella í øllum landinum, sum hava hugflog ella dirvi at royna at broyta óhepnu gongdina. Í hvussu so er finst eingin so mikið frægur, at hann kann taka ábyrgdina fyri skeiva útviklinginum. Men fólk eru hóast alt ikki heilt býtt og mong eru so smátt farin at finna út av, hvør broyting hendi í 30- 40 árunum í Suðuroynni, sum hevur havt stagnatión við sær.
Løgmaður gloppar kanska sjálvur dyrnar fyri loyndardóminum, tá hann frøddist um enn eina risa útbygging í Hoyvíkshaganum, og í euforisku gleði síni í Sosialinum 18. februar segði "Fólk fara kanska at búgva í Skálavík ella á Viðareiði og arbeiða í Havn." Ikki eiti á útliti !! Øki okkara hevur í øll hesi ár kanska verið offur fyri hesi megnarstrategi Javnaðarflokksins. Vit skulu bara eins og onnur øki í landinum enda sum ein sovioyggj !!
Trupulleikin við hesum spádómi løgmans er bara, at hann sjálvur og aðrir floksfelagar hansara ikki megna at fylgja tí duldu dagskránni hjá Javnaðarflokkinum, men vóru teir fyrstu at flyta til Havnar. Í Havn spæla teir sær nú við tankanum um at broyta vallógina, so landið verður eitt valdømi, so at teir –  haldið tykkum nú fast : Kunnu stilla upp aftur til frama fyri oynna sjálvt um teir bæði búgva og arbeiða og sova í Havn.

Frælsa orðið leingi livi. Vónandi megna tit á Norðlýsinum at byrgja upp fyri ørskapinum eisini aðrastaðni í landinum.

Petur Joensen