Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðsluóhapp í Hósvík

John William Joensen

Týsdagin kom Norðlýsið framvið hesum bilinum, ið var út fyri einum heldur margháttligum óhappi.

Sum sæst, so var afturendin á bilinum hoppaður uppá bilverjuna við vegin og í sótu ein maður og ein kvinna. Tey sóu heilt róðlig út, tí maðurin sat og tosaði í fartelefon, ímeðan kvinnan sat við síðuna av við stokkum í hendi.
Av politistøðini í Havn frætta vit um óhappið, at bilurin var gliðin í hálkuni og endaði uppi á bilverjuni. Ongin mansskaði hendi. Politiið í Havn sigur, at tað er ikki óvanligt at bilar enda uppi á bilverjuni og tá er orsøkin ofta, at ferðin hevur verið ov nógv í mun til koyrilíkindini.