Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Føroya Handilsskúla á Kambsdali 28. februar 2006: OPIÐ HÙS við mótsýning, Niels Midjord og sprittsimulatori

John William Joensen

OPIÐ HÙS verður á Handilsskúlanum á Kambsdali hóskvøldið 2. mars millum 18 og 22.

Á skránni verður kunning um skúlan, tónleikaframførslur, mótasýning, sprittsimolator v.m.

Fimta árið á rað verður skipað fyri hesum tiltaki, ið er blivið alsamt størri og betur vitjað.
Lærarar, næmingar og lestrarvegleiðarar fara sum vanligt at kunna um útbúgvingar skúlans og tær lærugreinir og tey tiltøk, sum eru á skúlanum.
Í ár er tað so heppið, at sprittsimulatorurin, ið hevur verið frammi seinastu tíðina, eisini kemur at vitja hóskvøldið, so almenningurin í Norðoyggjum og Eysturoynni hevur høvi at royna hann.
Sum vanligt verður mótasýning har næmingar á skúlanum fara at sýna fram nýggjasta mótan, og Niels Midjord kemur eisini á gátt og fer at syngja nakrar vísur.
Tiltakið byrjar klokkan 18 og endar klokkan 22. Møguleiki er at fáa kunning í hesum tíðarskeiði á kunningarbásum í flokshølunum. Ymisku framførslurnar fara fram frá 19 til 21 í matarhøll skúlans.
Miðnámsútbúgvingar á Handilsskúlanum
Á Handilsskúlanum á Kambsdali eru útbúgvingartilboðini FHS-útbúgvingin og HH-útbúgvingin. FHS er ein eitt ára støðisútbúgving, ið er neyðug hjá lærlingum innan skrivstovu- og handilsyrki og samstundis neyðug fyri at sleppa inn á Hægri Handilsskúla (HH).
HH er ein gymnasial útbúgvíng, ið gevur atgongd til hægri lestur á øllum hægri lærustovnum á jøvnum føti við eitt nú HIF, HT, HF og studentsútbúgvingina.

Fjølmiðlarnir eru eisini vælkomnir á skúlan hetta kvøldið at fáa eitt prát við næmingar, lærarar ella leiðslu. Sjálvsagt eru fjølmiðlarnir eisini altíð vælkomnir at kunna seg um onnur viðurskifti á skúlanum.

blíðar heilsanir
v/ Føroya Handilsskúla á Kambsdali
Páll Isholm, deildarstjóri

Harleywoodpaint