So fer fótbólturin aftur á rull og um vikuskifti hittast KÍ, HB, B36 og Skála til árligu Klaksvíkskappingina
Leygardagin verða innleiðandi dystirnir kl 13:15 og kl. 15:30. Lutakast verður í vikuskiftissendingini hjá útvarpinum fríggjadagin.
Sunnudagin verður fyrst spælt um triðja plássið kl. 13:15 og finalan í Klaksvíkskappingini verður kl. 15:30 sunnudagin.




