Undir viðgerðini av uppskotinum um at gera íløgufeløg skattafrí, var ikki sørt av skemti í tinginum
Norðoyatingmaðurin, Vilhelm Johannsen festi seg við viðmerkingarnar til uppskotið, í samband við at gera íløgufeløg skattafrí.
Hann helt tað vera rættuliga skemtiligt at her kundi lesast at ongar avleiðingar fóru at vera av at broyta hesa lógina. Orsøkin til hetta var at eingi íløgufeløg eru skrásett í Føroyum.
– Hetta fær meg at minnast eina røðu sum Jóhan Nielsen prestur helt í samband við vígsluna av Christanskirkjuni í Klaksvík.
– Hann fortaldi at tað var eina prestur sum nýliga var settur í starv og var á fyrsta fundinum við kirkjuráðið.
– Har fekk hann ein langan lista yvir tað sum hann ikki mátti prædika ímóti.
– M.a. kundi hann ikki prædika ímóti tjóvarríði, tí tað vóru so nógvir tjóvar í sóknini.
– Heldur ikki kundi hann prædika ímóti slatri og sleygi, tí tað vóru so mong sum slatraðu í sóknini.
– At enda spurdi presturin um tað var nakað sum hann kundi prædika ímóti.
– Jú, hann kundi prædika ímóti Jehova Vitnum, tí tað vóru eingi Jehova Vitnir í sóknini.
– Líka skemtilig sum hendan søgan er tykist mær lógin sum onga ávirkan fær tí eingi slík feløg eru í Føroyum.
Láturin var óførur í tinginum.




