Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein heilsan av Jamaica

Oliver Joensen

Diana Johannesen, úr Klaksvík, sum er við trúðboðaraskipinum Logos 2, hevur sent okkum hesa heilsanina.

Nú er tíðin hjá okkum skjótt komin at enda í Jamaica. Men tað hava verið
nakrar góðar vikur. Eg vil siga at trivnaðurin er blivin betri, eg eri
komin at kenna fleiri fólk umborð, og eg havi fingið nýggjar vinir.
 
Longu eina viku eftir at vit vóru komin til Jamaica, máttu vit eitt
sindur útum havnina at liggja við akker. Men hóast vit ikki høvdu so
góðar møguleikar at sleppa av skipinum, sum vit hava tá vit liggja við
havnina, so fingu vit brúkt bjargingarbátarnar at sleppa út at gera
tænastu. Og tað vísti mær, at Guð altíð kann hjálpa okkum tá vit mangla
okkurt.
 
Eg eri sloppin at upplivað eitt sindur meðan eg havi verið her í
Kingston í Jamaica. Ta fyrstu vikuna var eg í eini kirkju. Har var
spennandi at vera, og fólkini vóru glað fyri at vit vóru har, sjálvt um
tey vistu um skipið og OM áðrenn, tí at skipið var her fyri tveimum árum
síðani.
Ta næstu vikuna var eg á einum barnaheimi. Tað fekk meg orduliga at
síggja hvussu gott vit hava tað heima. Har vóru børn í aldrinum 6-14 ár,
og tað sum eg helt vera mest syrgiligt, var at hesi børnini ikki kenna
til nakran kærleika. Tað eru ymiskar orsøkir fyri hví tey eru har. Antin
eru foreldrini deyð, ella tað er okkurt annað. Børnini vóru sera glað
fyri at síggja okkum, og tey takkaðu fyri vitjanina, og vit royndu at
forklára teimum at Guð elskar tey.
Tann triðja tænastudagin vóru vit fyrst á einum skúla um morgunin. Tað
var sera stuttligt. Vit byrjaðu við at presentera okkum, og so spurdu
vit hvussu tey høvdu tað, og tey svaraðu fólkaligt aftur á enskum: "
Fine Miss, and how are you?" Her verða tey uppdrigin til at svara aftur
uppá handan mátan, at vera fólkalig. Vit fortaldu teimum um Jesus, og um
hvussu Guð elskar tey, og so góvu vit teimum eina teknibók í part. Tey
vóru sera glað fyri teknibøkurnar.
Seinni um kvøldið fóru vit til eina samkomu, sum vanligvís hevur eitt
tiltak hvørt fríggjakvøld fyri børnunum sum búgva rundan um. Vit skuldu
hava eitt tiltak fyri teimum úti í garðinum.80% av hesum børnunum vóru
ikki trúgvandi. Vit spældu fyrst við tey í eina løtu, og tey vóru so
glað fyri at hava gestir. So vístu vit drama, sungu saman við teimum, og
fortaldi teimum um tað vigtigasta, sum sjálvandi er Jesus.
  Tann fjórði tænastudagurin sum eg havi havt var á keiiuni beint
uttanfyri skipið. Av tí at køin sum oftast er sera lang, so skuldu vit
royna at undirhalda fólkunum,  so skuldu vit lata okkum í onkur klæðir
frá onkrum landi, og onkur skuldi vera klovnur. Vit skuldu bara fara at
tosa við tey, og ynskja teimum vælkomnum, og takka fyri vitjanina. Vit
vístu eisini drama fyri teimum. Tað var ein góður dagur. Dagin eftir
fekk eg at vita at 4 menn sum stóðu í kø, tikið ímóti Jesusi meðan teir
stóðu í køini. Tað var ótrúliga uppmuntrandi at fáa at vita, tí viðhvørt
ivast man í um fólk veruliga lurta eftir tí sum vit hava at siga, men so
at finna útav dagin eftir at 4 menn sum bíðaðu eftir at sleppa umborð
tóku ímóti Jesusi.
Tann fimti og síðsti tænastudagurin hjá mær var á einum
rehabiliteringsheimið fyri handikappaði. Vit skuldu aftur hava eitt
tiltak fyri børnum, og tað var so stuttligt at síggja hvussu glað og
lívlig børnini vóru. Tey lurtaðu eisini sera væl eftir tí ið bleiv sagt,
og so sungu vit nakrar barnasangir fyri teimum, og móti endanum sungu
tey ein kristnan sang fyri okkum.
 
Eg vil til seinast heilsa tykkum við einum versi úr Rómverjabrævinum.
 
Róm. 5,8.
 
Men Guð sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri
okkum, meðan vit enn vóru syndarar.
 
Guð signi tykkum
 
Vinarliga
 
Diana