Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gamalt/nýtt 1 ára føðingardag 12. mars

John William Joensen

Nú tá tað er 1 ár síðani handilin við brúktum møblum byrjaði í Klaksvík 12. mars 2005, er tað opið hús á Klaksvíksvegi við kaffi og køkum í handlinum Gamalt/Nýtt, leygardagin 11. mars frá kl. 10 fyrrapartin. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Malan Mýri r sera takksom fyri tann stuðul, sum fólk hava sýnt handlinum við at keypa og vitja inn.
Tað hevur gingið sera gott hetta fyrsta árið og fremvegis ber til at finna nógv áhugavert í handlinum.
Inntøkurnar fyri vørur fara allar óskerdar til arbeiðið hjá Danmissión í tanzania. Henda stuðul, sum føroyingar veita við at keypa í handlinum, fáa fólk har nógva gleði av og eisini tann kristni boðskapurin verður boðaður teimum.
Danmissión ætlar at føroyingar, sum vilja síggja arbeiði í Karagwe í Tanzania, kunnu tekna seg eina ferð hartil summarið 2006.
Hjartaliga vælkomin at vitja handilin leygardagin 11. mars frá kl. 10 fyrrapartin.