Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjey úr HF og á sjúkrasystraskúlan

John William Joensen

Neyvan nakrantíð áður hava so nógvar úr okkara øki gingið í sama flokki í sjúkrar-øktarfrøðingaskúlanum, sum tað gera tað í flokkinum, ið fór undir útbúgvingina fyri stórum mánað síðani

Í summar verða tað tredivu ár síðani, at fyrstu HF næmingarnir fingu prógv í Klaksvík. Eftir at skúlin hevði hildið til í gamla tekniska skúlanum og á sjómansskúlanum var hann komin á tað plássið, har hann síðani hevur hildið til, tá ið fyrstu prógvini vórðu handað í juni 1976.
Fyrstu næmingarnir vórðu tiknir inn á HF skúlan í 1974, og síðani hava næmingar verið upptiknir á hvørjum ári. Okkurt tíðarskeiðið hevur tað sæð svart út, tí politikararnir hava ætlað at niðurlagt skúlan. Men tíbetur hevur tað higartil verið skúlanum lív lagað, og tað sær út til, at skúlin framvegis fer at vera í Klaksvík.
Vit siga tíbetur, tí tað er einki at ivast í, at skúlin hevur verið sera gagnligur fyri lokalsamfelagið her norðuri. Á skúlanum vita tey ikki neyvt, hvussu nógv hava lokið prógv hesi tredivu árini. Men tað verður mett, at talið á prógvum kanska liggur um eini 700, og harafturat skulu leggjast øll tey, sum hava tikið einstakar lærugreinar, sum tað hevur verið neyðugt at havt fyri at fáa rætt at fara undir onkra útbúgving ella bara tí tey høvdu serligan áhuga fyri júst hesi lærugreinini.
Á nógvum arbeiðsplássum í Norðoyggjum og eisini nógva aðra staðni kring landið og uttanlands eru tey at finna, sum hava lokið prógv á HF skeiðnum í Klaksvík. Eitt nú fólkaskúlalærarar, pedagogar, sosialráðgevarar, tey sum arbeiða í peningastovnum og øðrum skrivstovum, skipsførarar, tíðindafólk og so ógvuliga mong onnur, sum bæði hava miðal langar útbúgvingar og longri útbúgvingar frá lærdum háskúlum – læknar, juristar, teologar, grannskoðarar og studentaskúlalærarar í ymsum lærugreinum. Og so øll tey, sum fóru beinleiðis aftur í arbeiðslívið eftir at hava verið á HF skeiðnum, og sum søgdu seg hava fingið eyka førning.
Ikki minst innan heilsuverkið og á sjúkrahúsum og heimum fyri gomul og brekað arbeiða mong, sum hava prógv frá HF skeiðnum í Klaksvík.
Eitt tað feskasta dømið um at tað framvegis er soleiðis, at tey, sum hava gingið á HF skeiðnum, hava vunnið sær rætt til víðari útbúgving eru tær, sum fyrsta februar í ár fóru undir útbúgving á Sjúkrafrøðingaskúla Føroya. Av teimum 24, sum vórðu tiknar inn á skúlan hesa ferð, eru ikki færri enn seks, sum fyri stuttum hava tikið prógv á HF skeiðnum í Klaksvík. Fimm teirra tóku prógv í 2003 og ein í 2005. Harafturat er ein úr okkara øki, sum hevur tikið studentsprógv á Kambsdali.
Vit ætlaðu at fáa eina mynd av teimum seks, sum hava gingið á HF, men tað bar ikki til í hesi vikuni, tí nakrar teirra hava hesa vikuna verið í Klaksvík, og aðrar hava verið í Havnini. Tí er talan um tvær myndir, og saman við teimum seks er ein, sum eisini hevur gingið í HF skúlanum, og sum 1. februar fór undir annað av fýra árum á Sjúkrarøktarfrøðingaskúlanum.
Merkisvert fyri tær, sum fóru undir útbúgvingina fyri einum stórum mánað síðani, er, at tær eru fyrstu næmingarnir á sjúkrasystraskúlanum, sum kunnu lesa og arbeiða í høvuðsstaðnum, og kortini búgva í Klaksvík uttan at tað verður neyðugt hjá teimum at ferðast við ferju. Tunnilin letur jú upp um sjey vikur.
Sigrun Skálagarð, leiðari á HF skúlanum í Klaksvík, upplýsir, at áhugin fyri at sleppa inn á skúlan eisini í ár tykist vera stórur. Seinasta freist at lata umsóknarblað inn er 15. mars. Umsónkarbløð eru at fáa á HF skúlanum.