Endaliga úrslitið suðuri í Vági gjørdist ein stórsigur til Stjørnuna, sum vann ikki minni enn 31-22 á VB
Heimildarmaður okkara í Vági sigur, at Stjørnan vant burturúr VB í seinna hálvleiki av dystinum. Verjan hjá Stjørnuni stóð sera sterk og harafturat spældi Stjørnan skjótt í kontraálopunum, so tað til tíðir sá út sum um at VB als ikki megnaði at fylgja við.
Hýrurin er sera góður í ferðalagnum, nú Stjørnan aftur hevur funnið stevið. Avgerandi dysturin í hálvfinaluni verður ímorgin kl. 13.30, tá Stjørnan og VB aftur bresta saman í KÍ-høllini.
Kl. 15.45
Tað hevur gingið betur í seinnu helvt av fyrra hálvleiki hjá Stjørnuni ímóti VB suðuri í Vági. Eitt skiftið var Stjørnan frammanfyri við fýra málum, men fekk so tvær útvísingar og endaliga støðan í fyrra hálvleiki gjørdist tí 14-12 til Stjørnuna. Vit frætta at spælið hjá Stjørnuni gongur væl, verjan stendur væl, men fær í og so nógv brotskast ímóti sær.
Kl. 15.16
VB er á odda í fyrra hálvfinaludystinum í Vági ídag. Heimildarmaður okkara í Vági sigur, at 6 av málunum hjá VB eru komin við brotskøstum, og at spælið hjá Stjørnuni gongur rættuliga væl, so har suðuri frætta vit frá Stjørnuviðhaldsfólkunum, at tey enn hava gott mót um eitt gott úrslit, nú bert 12 minuttir eru leiktir.




