Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann 1-0 á Skála

Oliver Joensen

Báðir fyrru dystirnir í Klaksvíkskappingini eru nú av. B36 vann á HB og KÍ vann 1-0 á Skála, so KÍ og B36 møtast á Djúpumýru ímorgin kl. 15.30

Fyri løtu síðani bleiv dysturin ímillum KÍ og Skála bríkslaður av og KÍ vann dystin við einum máli ímóti ongum. Ímorgin, sunnudagin kl. 15.30 hittast so KÍ og B36 í finaluni.

Kl. 17.15
KÍ lagt seg á odda
Tað hevur gingið betur hjá KÍ nú móti endanum av dystinum, fleiri málmøguleikar hava verið og KÍ hevur alt meira og meira fingið yvirtakið í dystinum og fyri løtu síðani setti Steffan Kalsø bóltin í netið til 1-0 til KÍ.

Kl. 17.10
Javnleikur ímillum KÍ og Skála
Seinni dysturin í Klaksvíkskappingini ímillum KÍ og Skála hevur verið eitt sindur meira áhugaverdur enn tann fyrri, har HB og B36 leiktu. Meira ferð hevur verið á seinna dystinum og báðir partar eru komnir fram til málmøguleikar, tó uttan at nakað spurdist burturúr.
Í spælinum hevur KÍ havt munin og áhugavert hevur verið eisini at sæð Shawn Lamar, sum er komin higar úr USA at royndarvenja við KÍ.