Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri vilja á Tekniska Skúla í Klaksvík

Norðlýsið

Tilgongdin til SIT- og HT-útbúgvingina veksur framhaldandi. Í fjør var metár, men nú sær út til at áhugin er uppaftur størri í komandi skúlaári.

Trongligt
Áhugin fyri at koma inn á tøkniligu miðnámsútbúgvingarnar á Tekniska Skúla í Klaksvík er í vøkstri. Í alt hava 117 ætlan um at fara undir SIT og HT í august. Hartil eru vanliga umleið 50 lærlingar á skúlanum. Framman undan er rættuliga trongligt á skúlanum, so komandi skúlaár verður ein sonn avbjóðing.

Útbygging
Um hálvtannað ár eru útlitini fyri umstøðunum hugaligari, tí í hesi setuni, leggur landsstýrismaðurin, Jógvan á Lakjuni, eina verklagslóg fyri løgtingið, sum er byrjanin til eina útbygging av skúlanum. Hetta umfatar umbygging og nýbygging uppá umleið 1000 fermetrar. Í hesi útbyggingini eru 6 skúlastovur, stovur til alis-, evna- og lívfrøði umframt onnur høli. Bygt verður norðanfyri verandi skúlabygning við Borðoyarvík.

Miðnámsútbúgvingar broytast
Í Mentmálaráðnum hava tey ætlanir um at broyta miðnámsútbúgvingarnar á studenta-, handils- og teknisku skúlunum. Eftir ætlan verður útbúgvingin eins í eitt hálvt til eitt ár og annars verða tær afturvendandi lærugreinirnar eins á øllum skúlunum.

Harleyfacadeacryl