Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir framvegis í meistaradeildini

John William Joensen

Upp- og niðurflytingardystur var í kvinnudeildini í flogbólti í gjárkvøldi á Kambsdali.

Dysturin var ímillum nr. 6 í meistaradeildini Mjølnir og nr. 1. í 1. deild Fleyr.
Undan dystinum var Mjølnir greiður favorittur at vinna. Liðið er mannað við ungum leikarum, og hóast tað kann hava sína ávirkan, tá ið á stendur, so er leikferðin í meistaradeildini er so mikið hægri og dystirnir nógv fleiri, so alt talaði fyri Mjølni.
Fleyr spældi eisini uppflytingardyst seinasta kappingarár, men tá vann SÍ greitt.
Dysturin millum Mjølnir og Fleyr endaði 3 – 0
(25-21, 25-23, 25-19).
Fleyr kom stak illa frá byrjan í 1. og 2. setti, men liðið megnaði tó at leggja trýst á Mjølnir. Serliga í 2. setti gekk púra javnt á. í 3. setti kom Fleyr væl frá byrjan, men so steðgaði fullkomuliga upp, og í hesum settinum sást, at leikferðin var stóri munurin. Tá ið Mjølnir setti ferð á álopsspælið, megnaði Fleyr ikki rættiliga at svara aftur, og tí misti liðið ofta fleiri stig á rað. Leikararnir hjá Mjølni vóru betur fyri, og í álopinum vóru fleiri streingir at spæla á.

So statt kann Mjølnir fyrireika seg til komandi ár í meistaradeildini.