Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framtíðin hjá Johan Dahl í samgonguni viðgerast

John William Joensen

Jóannes Eidesgaard, løgmar, sigur at tað verður upp til Sambandsflokkin um John Dahl framvegis skal umboða flokkin sum formaður í Uttanlandsnevndini

Nú Johan Dahl hevur boða frá at hann verður leysgangari í tinginum, men at hann tó framvegis stuðlar samgonguni, spurgdu vit Løgmann um hvørja støðu Johan Dahl hevur í samgonguni.
– Hatta er ein góður spurningur, men tað er fyrst og fremst upp til Sambandsflokkin.
– Tá samgongan var skipað fekk flokkurin ymiskar umboðanir í samgonguni og tí verður tað upp til Sambandsflokkin at taka støðu til um Johan Dahl framvegis skal umboða flokkin.
– Eg vanti at eftir at sambandsflokkurin hevur viðgjørt støðuna innanhýsis vera hinir samgonguflokkarnir kontaktaðir at viðgera málið.