– Dreymar og visjónir liggja til okkum menniskju. Ein dreymur, ið klaksvíkingar hava haft, gerst skjótt veruleiki. Hvørja visjón hava klaksvíkingar, eftir at koyrandi verður undir Leirvíksfjørð?
John D. Olsen, skrivar
johndolsen@gmail.com
– Dreymar og visjónir liggja til okkum menniskju. Ein dreymur, ið klaksvíkingar hava haft, gerst skjótt veruleiki. Hvørja visjón hava klaksvíkingar, eftir at koyrandi verður undir Leirvíksfjørð?
Visjón
Løgmaður og núverandi landsstýri hava sett út í kortið, at Føroyar skulu vera besta land at virka og liva í. Hetta er í ávísan mun eitt rímiliga høgtflúgvandi mál. Men hóast visjónin kann tykjast at vera høgtflúgvandi, so er hon meir ella minni sjálvsøgd. Vit siga jú øll "eg vil gjarna hava eitt gott lív".
Klaksvík
Ein visjón, ið klaksvíkingar hava haft tey seinastu árini, verður fyrsta dagin veruleiki. Tá opnast fyri almennari ferðslu undir Leirvíksfirði, og kunnu vit tá til einhvørja tíð ferðast yvir á Eysturoynna uttan at laga okkum til tíð, veður og vind. Tann forðan, ið hevur ligið í at tilpassa okkum Dúgvuna og veðrið er tá burtur. Tá kunnu vit, eins og vit gjørdu áðrenn, flyta okkum yvirum fjørðin. Munurin er, at tá kunnu vit flyta okkum ‘frítt’.
Í Klaksvík er eitt ávíst arbeiði gjørt fyri at fyrireika og tillaga býin til hesa stóru hending. Men veruliga avbjóðingin liggur í, hvussu vit hugsa. Hvussu vit hugsa um okkara bý, um okkum og teir møguleikar við hava her. Eru vit smáborgarlig? Síggja vit møguleikar heldur enn forðingar? Tá alt kemur til alt, so hava okkara tankar og hugsanir einamest alt at siga, tá umræður at skapa møguleikar, menna og skapa eitt dýnamiskt og fjøltáttað lív. Tá alt kemur til alt, so er tað ikki kapitalur í sjálvum sær, ið skapar nakað; menniskju við teirra tankum, dreymum og visjónum skulu til.
Íverksetan
Fyri nøkrum mánaðum síðani hoyrdist, at politisku flokkarnir í Klaksvík, høvdu sett stevnu, har teir m.a. viðgjørdu, hvussu arbeiðast kundi við at fáa fleiri ung aftur til Klaksvíkar, eftir at tey høvdu nomið sær útbúgving.
Eisini menningarleiðarin í Klaksvíkar Kommunu, Rani Nolsøe, arbeiðir við hesum átrokandi málinum saman við Tekniska Skúla og Vinnulívsráðnum í Klaksvík, við at skapa ein depil, har virkisfús og evnarík fólk kunnu fáa ráðgeving fyri at koma í gongd við eitthvørt virksemi. Ætlanin við samarbeiðinum er at betra um møguleikarnar fyri íverksetan fyri at økja um virksemið og harvið seta fer á vinnulívið í Klaksvík. "Hetta tiltakið skal skapa eitt meira fjøltáttað vinnulív, sum skapar karmar fyri at geva evnaríkum og virkisfúsum ungum fólki møguleikan at menna og ítøkiligera eitt hugskot. Við at betra um fyritreytirnar fyri íverksetan fara vit eisini at toga okkara intellektuella tilfeingi aftur til Klaksvíkar," sigur Rani Nolsøe.
Við hesari ítøkiligu ætlan verður mett, at hugurin til at setast niður og at virka í Klaksvík gerst størri, tá eitt netverk av fólkum, ið arbeiða við menning og íverksetan longu er í gongd.
Við politiskum, vinnulívs og kommunalum samarbeiði kann heilt avgjørt skapast ein dýnamikkur, ið verður vinnulívinum og hvørjum einstøkum borgara at gagni.
Nýggj visjón fyri Klaksvík
Nógvar avbjóðingar standa fyri framman. Vert er at leggja til merkis, at tað eru fleiri øki, ið vit enn ikki gagnnýta. Klaksvík hevur verið, og er framvegis, fiskivinnubýur burturav. Men eiga vit at vera opin fyri nýggjum møguleikum – eisini á fiskivinnuøkinum.
Í Klaksvík verður neyvan eins møguleikaríkt, og í flestu øðrum evropeiskum býum, men eru her tó møguleikar innan fiskaídnað og matvøruframleiðslu, ið møguliga ikki eru troyttir. Harafturat hava vit eina serliga mentan og eina serliga náttúru við serstakum veðurlagi, ið heilt avgjørt kann gerast ein inntøkukelda fyri økið. List og sniðgeving eru eisini ítøkilig dømi uppá møguleikar vit hava. Hví ikki eisini royna at selja okkara serføroyska mat – okkara ræsta mat – við at tilpassa hann teir evropeisku gómarnar?
Eins og verður gjørt á landsplani, so eiga vit eisini at skipa soleiðis fyri, at vit snakka um og geva til kennar, hvat vit halda er best fyri okkara øki. Hvat skal til fyri at fáa ein bý vit (framhaldandi?) eru stolt av, og sum vit tíma væl at liva í? "I have a dream" eru vælkend orð. Hvønn dreym ella hvørja visjón hava klaksvíkingar?




