Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit telja dagarnar til Norðoyatunnilin letur upp

John William Joensen

Tað hevur sera stóran týdning fyri okkara virkið, at Norðoyatunnilin letur upp, partvís tí vit vænta fleiri vitjanir men mest tí tað fer at gera tað nógv lættari hjá okkum at tæna viðskiftafólki hinumegin Leirvíksfjørð.

Karl Birgir Isaksen, stjóri og eigari av KBI sigur, at Norðoyatunnilin fer at hava stóra ávirkan á virksemið hjá virki hansara í Klingrugarði.
KBI er eitt sera fjøltáttað virki, sum arbeiðir á nógvum ymiskum økjum. Tað, sum vitjandi í Klingrugarði helst fyrst leggja merki til er, at vit reka ein nýmótans amboðshandil. Men harumframt er KBI í fremstu røð á nógvum økjum. Vit servicerað skipum og virkjum við termograferingum og viberatiónsmátingum og selja alt slag av tekniskari útgerð, transmissións útgerð, luftútgerð sokallapa pneumatiska útgerð, eins og amboð, olju og gassútgerð. Eisini selir KBI Unitor kemikalier, so úrvalið er sera breitt.

Skeiðvirksemi
Arbeiðisøkini, sum KBI arbeiðir innanfyri eru soleiðis háttað, at nýggj tøkni vinnur fram alla tíðina og tí hava teir og tey, sum arbeiða innan ymisku vinnurnar, sum vit servicerað eisini brúk fyri eftirútbúgving.
Tá vit teknaðu bygningin, sum vit hava bygt í Klingrugarði, løgdu vit tí dent á eisini at hava hølir at halda skeið og fyrilestrar í. síðani vit byrjaðu her tann 25. juni í 2005 hava vit regluliga skipa fyri skeiðum, sum hava verið sera væl vitjað og harafturat hava skeiðshølini verið útleigað til onnur endamál.
Vit eru klárir til Norðoyatunnilin, sigur Karl Birgir Isaksen at enda og leggur afturat, at KBI fer at gera nógv burturúr tá tunnilin letur upp.