Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunnar Dahl-Olsen tryggjar sær góðan stuðul

John William Joensen

Fremsti føroyski súkklarin tey seinnu árini, Gunnar Dahl-Olsen, hevur næstu tvey árini gjørt eina stuðulsavtalu við Tryggingarfelagið Føroyar.

Tað skiltist annars á Gunnari eftir Oyggjaleikirnar í summar, at hetta vóru hansara síðstu leikir, men eftir at hava hugsað tingini ígjøgnum, hevur hann gjørt av at taka tvey ár aftrat á súkkluni í kappingarhøpi.
Fyrst og fremst, tí hann metir, at hann framvegis um tvey ár hevur nóg góð bein til at kappast um heiðursmerki á Oyggjaleikunum, sum tá vera á Rhodos, men so sanniliga eisini, tí hann við nýggju stuðulsavtaluni við Tryggingarfelagið Føroyar hevur fingið uppaftur betri møguleikar at halda fram.
 Frá at hava havt nakrar smærri stuðlar, ið kanska ikki seta tey stóru krøvini, eri eg nú komin í ta støðu at hava ein stuðul, og tað fær í øllum førum meg at krevja meira av mær sjálvum, sigur Gunnar Dahl-Olsen, ið er ovurfegin um møguleikan at halda fram.

Hevur gingið undan
At stuðulsavtalan eisini hevur nógv at siga fyri Tryggingarfelagið Føroyar, váttar marknaðarleiðarin Petur Elias Petersen, ið fegnast um, at tryggingarfelagið ikki bara hevur Gunnar í starvi, men nú eisini kann rætta honum eina hjálpandi hond í strembanini eftir betri úrslitum.
 Øll vita jú, hvussu miðvísur og raskur Gunnar er, og í føroyskum súkkluhøpi má hann sigast at vera ein livandi legenda. Hann hevur vunnið ein hóp av kappingum og eigur eina rúgvu av metum, so hetta er veruliga ein ítróttarmaður, ið hevur stuðulin uppibornan, sigur hann.
 Tað hevur so mangan vanta so lítið í hjá Gunnari í eitt nú kappingunum á Oyggjaleikunum, at um vit kunnu vera við til at gera tað møguligt hjá honum at leggja enn størri orku í venjing og kappingar, ið kunnu betra møguleikarnar hjá honum, eru vit fegin um tað.
Petur Elias leggur aftrat, at í føroyskum ítrótti hava undangongumenn sum Gunnar sera stóran týdning, tí ofta liggur so nógv annað enn bara venjing og kapping á herðunum á teimum.
 Tað krevur sítt at vera fyrimynd fyri aðrar súkklarar, ikki minst teir yngru, og við sínum ágrýtni og treysti hevur Gunnar víst, at tað við áhaldandi arbeiði ber til at røkka langt. Vit trúgva í øllum førum uppá, at hann enn hevur nakað at geva, so tí hava vit valt at gera hesa avtaluna, sigur marknaðarleiðarin.

Fer eftir gullinum
Tað er eingin loyna, at Oyggjaleikirnir í Hetlandi ikki hepnaðust Gunnari og hinum føroysku súkklarunum eftir vild, men nú Gunnar hevur tikið avgerð um at taka tvey ár aftrat, hevur hann avgjørt ikki skrúvað fyri vónum og málum, men ætlar sær framvegis at fáa vunnið tað, hann enn eigur á.
– Tá eg í afturi í 1995 vann eitt silvur- og eitt bronsumerki á Oyggjaleikunum í Gibraltar, setti eg mær fyri, at eg skuldi hava eitt gullmerki, áðrenn eg gavst við súkklukappingum. Í 2003 á Guernsey vann Gunnar enn eitt Oyggjaleikaheiðursmerki, men heldur ikki tað ferðina varð tað gull. Tað bleiv bleiv eitt 3. pláss í 100 km landavegsúkling, og gullið vantar tí framvegis í røðini av heiðursmerkjum.
– So hetta er í grundini síðsti møguleikin hjá mær, men eg ætli mær at fara eftir honum, sigur Gunnar, bjartskygdur sum altíð.

Umframt at fara eftir oyggjaleikagulli í súkkling, hevur hann eisini ein annan møguleika, sum er at kappast í triathlon, har tú bæði skalt súkkla, renna og svimja. Á Oyggjaleikunum á Isle of Man í 2001 royndi Gunnar seg í hesi grein, har hann í tíð ikki var langt aftan fyri vinnaran.
 Um tað verður súkklingina ella triathlon, eg fari at satsa uppá, kemur kappingin í Íslandi í summar at vísa. Gongst mær væl har, er væl hugsandi, at eg leggi størri orku í triathlon, har eg meti meg at hava minst líka góðar møguleikar at gera meg galdandi sum í sjálvari súkklingini einsamallari, sigur hann.
Oyggjaleikirnir eru í løtuni tann størsta kappingin, føroyskir súkklarar kunnu gera seg galdandi í, so vit fáa at síggja á Rhodos um tvey ár, hvussu Gunnar Dahl-Olsen velur at gera sína seinastu  men ikki minni heilhjartaðu  roynd at vinna tað Oyggjaleikagullmerkið, hann so øgiliga fegin vil hava&