Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LEIÐARIN: Formansval við avleiðingum

John William Joensen

Formansval hevur verið í Sambandsflokkinum. Onkur hevur nevnt tað persónsstríð, annar klandur og uppaftur onkur annar: kreppu í sambandsflokkinum.

Valevnini bæði hava tó lagt dent á, at onki persónligt stríð er teirra millum, uttan at avgjørt ymiskar meiningar eru um, hvussu sambandsflokkurin skal stýrast, hvat er komið burturúr higartil, og hvør politiska kósin skal vera.
Johan Dahl bjóðaði av. Orsøkin var, at hann var biðin um hetta. Skrivliga trygd segði hann seg hava fingið frá sambandsfólki um alt landið, at tey stuðlaðu honum, og hann kendi seg sannførdan um, at hann hevði meiraluta aftan fyri seg. Men tað sama kendi hitt valevni, Kaj Leo Johannesen, seg eisini at hava.
Úrslitið kenna vit. Kaj Leo vann valið. Johan fekk tó umleið 40 % av atkvøðunum. Hann kendi seg stungnan í ryggin av ávísum sambandsfólkum, tók avleiðingarnar av valinum, meldaði seg úr flokkinum og er nú leysgangari á Føroya løgtingi. Nógv umtalaða stríðsvalið fekk sostatt ikki bert avleiðingar fyri tingmanning sambandfloksins, men eisini heldur óvæntaðar avleiðingar fyri lokalfelagið í Suðuroy, sum eftir øllum at døma fer í søguna.
Johan Dahl er ein kontroversiellur politikari. Hetta viðførir oftast, at tú fært bæði viðhaldsfólk og mótstøðufólk eisini í egnum flokki. Johan, sum hevur sterkar meiningar, og ikki fírir fyri at kunngera tær á rætta staði, fekk eisini innanfloks hetta at kenna. Hann legði seg tíðliga út við politisku leiðsluna í flokkinum og gráu eminensuna aftanfyri flokkin. Tað sýnist altíð at vera vandamikið.
Stutta skeið hansara sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum skal eisini síggjast í tí ljósinum. At hann í mongum føri kortini hevði rætt, er so komið til sjóndar seinni. Miðstaðarpressan gjørdi nógv burturúr ivasama leiklutinum hjá Johan í ávísari fyritøku í Havn, har onkur, ið snýttur skuldi vera, hótti við at stevna landsstýrismanninum. Johan segði seg vera ósekan og tí ikki vænta nakra stevning. Líkt er til, at Johan eisini her fekk rætt. Kortini varð hann loystur úr landsstýrissessinum.
Tá leiðsla floksins tók stig til, at núverandi borgmeistari í Havn, Heðin Mortensen, kendi seg noyddan at fara úr sambandsflokkinum á sinni, talaði Johan at, sum ein av teimum fáu sambandsmonnunum. Í dag meta flestu sambandsfólk hesa hending sum eina taktiska leiðslufadesu av teimum grovu.
Lítil ivi er um, at Johan ikki kennir seg væl viðfarnan í sambandsflokkinum. Somuleiðis er væl skiljandi, at hendingin viðvíkjandi formansvalinum var dropin, ið fekk bikarið at flóta yvir. Kortini slepst ikki undan kensluni av, at Johan í mongum føri hevur verið ov kenslustýrdur, ikki sørt naivur og bráður, tí sum kunnugt  verða mong lokabrøgd nýtt í politikki eins og allastaðni, har stríðið stendur um at vinna sær makt. Við nærum 40 % av atkvøðunum eftir lutfalsliga stuttu tíð sína í politikki, er okkurt, ið bendir á, at Johan hóast mótvilja, kanska serliga frá ávísum pørtum innan sambandsflokkin, kortini hevði megnað at vunnið sær eina lovandi framtíð í flokkinum.
Formansvalið er av. Flokkurin valdi sær tann hóvliga og meira viðeiriliga formannin. Við Johan sum leysgangara kunnu væntast munandi hvassari viðmerkingar av røðarapalli tingsins. Johan hevur nú  møguleikar fyri rættiliga at markera seg sum politikara. Kanska eru longu boð eftir honum frá øðrum flokki. Vert er at leggja til merkis, at Kaj Leo í røðu síni takkaði honum fyri tað góða arbeiði, hann hevði gjørt í sambandsflokkinum, tosaði nógv um at fyrigeva og nærmast lovaði, at hurðin fór standa á gloppi.