Byggingin av Sambýlinum á Heygnum og eldra íbúðunum rak
villdunnur burtur.
Sólbjørn á Stongunum, ringdi í vikuni inn til Norðlýsið í samband við grein um villdunnur á Vánni, sum stóð í seinasta blað.
– Vit høvdu í nøkur ár villdunnur í einum hyli tætt við húsini hjá Meinhard í Mikladali, sála, men ungar komu ikki undan tí likkurnar fóru av stað við teimum so hvørt.
– Dreingirnir hjá Meinhard Mikladal hegnaðu so hylin inni soleiðis at villdunnurnar kunndu reiðrast í friði fyri rovfugli og tá fóru dunnurnar at nørast av álvara.
– Í 1988 merkti eg 36 villdunnu ungar, og tær hildu til á leiðini har Sambýlið á Heygnum í dag er bygt.
– Síðani bygt var á Heygnum havi eg ikki sæð villdunnurnar aftur og tað er spell tí tær gerast rættuliga gamlar.
– Sjálvandi kunnu vit ikki steðga bygging, men tað átti kanska at verið hugsað meira um tað djóralív sum er í økinum, har sum útstykkingar vera framdar, tí eg trúgvi at børn eins og vaksin hava stóra gleði av at kunna búgva tætt upp at náttúruni.




