Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telebúðin í Klaksvík stongd

Oliver Joensen

Eg kann váttað, at vit hava sent alt fólki á telebúðini tilhús júst nú, sigur Pól Sundskarð í stuttari viðmerking.

Starvsmannafelagið havnaði semingsuppskotinum hjá semingsstovninum ídag í lønarsamráðingunum hjá starvsfólkunum á Føroya Tele. Arbeiðisgevarafelagið segði hinvegin ja til uppskotið.
Vit fingu fatur á Pól Sundskarð, leiðara á Telebúðini í Klaksvík, hann kundi bert váttað, at telebúðin nú er stongd og at alt fólkið er farið til hús. Støðan er púra nýggj fyri okkum, so eg dugi ikki at siga meira um hvat nú fer at henda, legði Pól Sundskarð afturat.

Harleywoodpaint