Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Verkfallið fær neyvan nakra ávirkan á Norðoyatunnilin

Oliver Joensen

Norðoyatunnilin skal lata upp, og nú alt arbeiði hjá Føroya Tele er niðurlagt, hevur spurningurin verið um upplatingin av Norðoyatunnlinum verður útsett.

Dávur Reinert Hansen sigur við Norðlýsið í Kvøld, at eftir at hava kannað umstøðurnar, metir hann ikki at neyðugt verður at útseta upplatingina av Norðoyatunnlinum.
Trygdarskipanin í tunnlinum livir sítt egna lív og harafturat eru flestu av installatiónunum sum Føroya Tele skal gera liðnar, so um so er at arbeiðissteðgurin ikki verður fleiri vikur, so er eingin vandi fyri at Norðoyatunnilin letur upp til tíðina.