Fer KÍ at kappast, har tað er stuttligt at vera við, ella fer KÍ at stríðast har, sum tað er lítið hugaligt at baksast. Hetta hevur verið stóri spurningurin undan kappingarárinum. Svarið bíðar framvegis, men tað sær ikki so galið út.
Fyrsta royndin var í Runavík sunnudagin. Okkara lið stríddist í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki eydnaðist tað eisini at spæla. Møguleikar vóru til fleiri enn eitt mál. Men tað liggur verturin á nú. 1-0 var eitt fínt úrslit. Trý stig komu til høldar í útidysti, sum verður roknaður millum teir torføru, og tað kann ikki verða betri.
Nú sunnudagin skal arbeiðast fyri fyrstu stigunum á heimavølli. Avbjóðingin er aftur hesa ferð rættuliga stór. Skála vann í fjør silvur merkini, og hóast teir ikki tykjast at hava heilt somu manningarligu dygdir í ár, sum teir høvdu tað í fjør, so mugu teir roknast millum toppliðini. Johan Nielsen fær altíð nógv burturúr tí tilfari, sum hann hevur at arbeiða við. Soleiðis er tað eisini í ár.
Í fyrsta umfari høvdu teir á Skála vitjan av meistaraliðnum í B36. Sæð við KÍ eygum var talan um rættuliga áhugaverda uppgerð. Eftir at KÍ sunnudagin hevur havt vitjan av Skála, skal okkara lið spæla á útivølli móti júst B36.
Á Skála misti heimaliðið málverjan stutt undan steðginum. Harvið noyddust teir at taka annan álopsspælaran, Boga Gregersen, av vøllinum fyri at geva pláss fyri eykamálverjanum. Tá ið Skála misti ein mann, vóru teir aftanfyri 1-0. Eftir steðgin komu teir á vøllin sum óløgi. Teir trýstu meistararnar í botn, og tað var meiri lukkan enn forstandi og sjálvandi Jákup Mikkelsen, sum vóru orsøk til, at B36 slapp av Skála við øllum trimum stigunum.
Gongdin síðsta sunnudag fer heilt víst at bera við sær, at skálamenn fara at vera ógvuliga svangir, tá ið teir koma henda vegin. Ikki minst Bogi Gregersen, sum plagar at arbeiða nógv, og sum er sera málsøkin. Saman við Jónhardi Frederiksberg man hann mannað knappasta álopsparið í landinum. Síðsta sunnudag slapp Bogi bara at spæla smá trý korter. Nú fer hann ivaleyst at stríðast sum óður – metodurnar hjá Jónhardi og honum eru altíð fair – fyri at skjóta fyrsta málið og vinna fyrsta sigurin í ár til silvurvinnararnar frá í fjør.
Okkara menn hava alla orsøk at fegnast og at hava sjálvsálit. Teir arbeiddu og stríddust og spældu fyri søkini í Runavík, og tað gekk væl. NSÍ var vandamikið fyrsta korterið. Hesa løtuna smugu teir sær fleiri ferðir ígjøgnum í borðunum, innleggini vóru fleiri ferðir góð, men tíbetur fyri okkara lið fingu teir einki mál. Meinhardt Joensen var sera tryggur í málinum, og verjan við Atla Danielsen á odda stóð seg væl. At Meinhardt bjargaði brotssparkinum, sum hann sjálvur var orsøk til, heví við sær, at hann var ein av lyklaspælarunum.
Marek og Iulian Florescu spældu frammanfyri Atla Danielsen. Teir eru ikki av skjótastu monnum – aldurin tyngir hvat tí viðvíkur – men teir duga framúr væl at lesa spælið. Johan Nielsen kennir Iulian serliga væl. Iulian var jú partur av Skála liðnum í fjør. Eingin ivi er um, at Skála spælið fer at verða rættað ímóti gjøgnumbrotum í borðunum.
Tað ræður um hjá Skála at spæla í tómrúmini aftanfyri Harley Bertholdsen og Heðin á Lakjuni, sum í Runavík vóru ytstu miðvallararnir. Um tað eydnast teimum at spæla skjótt og við tí hugflogi, sum teir ofta vístu í fjør, og um tað eydnast at finna tómrúmini í borðunum, sum kunnu vera sjálvsøgd, tí KÍ ikki spælir við síðubakkum, so kann tað verða neyðugt hjá Iuliani og Marek at flyta seg út í borðini. Um teir fara at kapprenna við rappfótaðu Jónhard Frederiksberg, Boga Gregersen og Bjarna Jørgensen, so verður slottið vunnið hjá Skála.
Hetta vita KÍ venjararnir og spælararnir sjálvandi alt um, og tí er eingin ivi um, at teir fara at byrgja upp fyri tí. Í Runavík stóð miðvøllurin seg framúr væl. Høgni Madsen var fantastiksa disiplineraður og tilvitaður um, hvat hansara leiklutur var. Faktiskt var hann ofta eyka svipari aftanfyri Hjalgrím Elttør og Símun Joensen, sum vóru motururin á liðnum. Teir høvdu nógvar hestakreftir, og teir vóru væl smurdir. Tað var hugaligt at síggja, hvussu nógv teir arbeiddu og ofraðu seg. Uppskriftin hjá teimum og øllum hinum eigur at verða tann sama móti altíð skilagóða Paula G. Hansen, stríðsmannin Pætur Dam Jacobsen og Poul N. Poulsen, sum er komin til Skála frá VB.
Paul Clapson spardi seg heldur ikki. Hann órógvaði alla tíðina NSÍ verjuna, og hann var framúr ágrýtin. Tað ger avgjørt einki, um hann heldur fram í sama stíli móti Skála miðverjuni, sum hann vísti móti NSÍ.
Ovi Nysted er ikki hundrað prosent enn. Tað veit eingin betri enn Ovi sjálvur. Hann stríðist fyri at endurvinna tað, sum hann hevur mist, meðan hann hevur verið skaddur. Tíbetur hevur Ovi varðveitt máltevið. Tað vísti hann fleiri ferðir í Runavík. Hann hevði møguleikar at gera trý mál. Hann skoraði eitt, og tað var nóg mikið. Kanska hann goymdi eitt ella tvey mál inntil móti Skála!
Í Runavík var eisini hugaligt at síggja, hvussu góður bonkurin var. Jan Andreasen kom á vøllin við sínum stóra førningi av royndum. Og Steffan Kalsø og Kristoffur Jacobsen vórðu settir á vøllin við allari orkuni, dirvinum og skjótleikanum, sum ungu spælararnir bera í sær. Teir vóru grammir, og tað er eingin ivi um, at teir eisini ætla sær at vera tað, um ella tá ið teir sleppa framat móti Skála.
Treysti, dirvi, skjótleiki og styrki er gott viðføri at hava við sær á vøllin. Spæligleðin tykist vera stór. Um tað ikki beinanvegin fer at síggja so elegant út, so ger tað ikki petti. Vit vita, at tað fer at koma. Tað ræður um at halda tætt og um at vera ansin og vísur. Um tað verður hildið tætt í verjupartinum, so fer tað heilt víst í hinum endanum at bera møguleikar fyri góðari úrtøku við sær. Fyrsta royndin á útivølli vísti, at tað væl kann fara at gerast hugaligt og stuttligt á heimavølli!
Um fimm tíðina sunnudagin fara vit at vita nógv meiri um, hvat vit kunnu rokna við av hesum kappingarárinum.
Kelda: KÍ-Tíðindi 4/4-06




