Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pólland og Føroyar leika landsdyst

Oliver Joensen

Í tíðindaskrivi sigur fótbóltssamband Føroya, at A-landsdystur er avtalaður ímillum Pólland og Føroyar 14. mai 2006.

Fótbóltssambandið hevur gjørt avtalu við Pólska Fótbóltssambandið um at leika vinardyst móti Pólska A-landsliðnum.
Dysturin er liður í fyrireikingunum hjá Pólska A-landsliðnum til HM í Týsklandi í summar og er fyrsti fyrireikingar landsdystur okkara í samband við EM-2008 undankappingina, sum fyri Føroya viðkomandi byrjar 16. august 2006 tá Føroyar leika móti Georgia á heimavølli.
Dysturin Pólland-Føroyar verður leiktur í Wronki, í Póllandi, sunnudagin 14. mai 2006.
Føroyska ferðalagið ferð úr Føroyum 12. mai og verður aftur í Føroyum 15. mai 20006, verður sagt í tíðindaskrivi.