Hóast arbeiðssteðgur varð lýstur hjá starvsfólkunum hjá Føroya Tele í gjár týsdagin, so merktist lítið til tað mikudagin, tá hesar reglurnar vórðu festar á blað.
Tó, sum samfelagið er samansett ídag við tøkni, er Føroya Tele ein av lívsæðrunum í modernaða samfelagnum. Tí kann skjótt henda, at nærum alt samfelagið fer at liggja lamið, orsakað av at hvørki telefonir ella internet, sum ein stórur partur av samskiftinum í samfelagnum ídag er bygt uppá liggur stillt.
Flestu eru samd um, at arbeiðissteðgir eru ikki av tí góða, og eiga ikki at koma fyri, hóast rætturin at niðurleggja arbeiði ella at lýsa verkbann, skal vera ein rættur hjá pørtunum á arbeiðismarknaðinum.
Nú Føroya Tele er rakt av arbeiðissteðgi er onki at ivast í, at virkir og stórbrúkarar av tøknini, sum Føroya Tele stendur fyri, fara at hugsa seg um, um ikki møguleikar eru at minka um bondini til Føroya Tele ella til aðrar veitarar, sum virkir higartil kanska hava latið alt sítt samskiftið upp í hendurnar á.
Enn hava vit her á landi ikki so ógvuliga nógvar møguleikar at tryggja okkum við at hava fleiri veitarar heldur enn tann eina, men tað er onki at ivast í, at hesin arbeiðissteðgurin fer at gera sítt til, at brúkarar fara at hugsa seg um, um ikki eitthvørt eigur at vera broytt tá talan er um lívsneyðugt samskifti hjá teim ymsu fyritøkunum.
Sum støðan er í løtuni, so vera hesir trupulleikar neyvan loystir við at skifta frá Føroya Tele til eitt nú Kall, tí hesin veitarin er í stóran mun eisini bundin at Føroya Tele, og um so er at kervið hjá Føroya Tele brýtur saman nú arbeiðissteðgur er, so fara Kallkundar helst eisini at fáa trupulleikar.
Tað er vandi í hvørjari vælferð, sum mangan sagt verður. Vit hava upplivað hesi seinastu árini, at vinnulívið í Føroyum er farið at royna seg kring um í heiminum og ikki er sørt, at vit hava sæð virkir lagt arbeiðiskrevjandi uppgávur út til láglønarlond. Aftaná túrin saman við løgmanni í India, hoyrdu vit eisini vinnulívsfólk tosað um møguleikarnar at leggja arbeiðiskrevjandi uppgávur har.
Føroya Tele er vorðið eitt partafelag og um stutta tíð verður hetta felag helst leyst av tí almenna, og tí er ikki langt frá at hugsa, at eisini Føroya Tele kann fara at leggja arbeiðiskrevjandi uppgávur, sum eru egnaðar, aðrastaðni, fyri at spara aftur tað, ið lønarhækkingarnar fara at hava við sær, hvør veit?
Eitt er so vist, og tað er at kappingin innan vinnulívið er hørð tí allar fyritøkurnar royna at vera bíligari og betri enn aðrar, fyri at standa seg í kappingini og eitt tað ringasta sum hendir eini fyritøku er, at hon verður løgd lamin av arbeiðissteðgi, tí er tað sera umráðandi at okkara fakfeløg og virkir hava neyvt samband hvørt við annað, eisini í sáttmálaskeiðunum, soleiðis at alt sum gerast kann verður gjørt fyri at sleppa undan arbeiðissteðgi.




