Tað hevur gingið væl at byggja nýggja bygningin hjá EL-IN uppí Klingrugarðinum.
Timburmenninir eru so gott sum lidnir og nú manglar bara at mála ovaru hæddina og at leggja asfalt á rundanum bygningin. Alt øki við Klingrugarð verður asfalterað fyri at gera klárt til undirsjóvartunnilin, so tað passar væl at gera alt um eina leið.
Upprunaliga var upplatingardagurin annars settur til 6. apríl, men fyritøkan sum ger handilsinnbúgvi megnaði ikki at fáa tað liðugt til hendan dagin og tí var dagurin útsettur til 22. apríl. Ein av komandi døgunum verður lýst við eini spennandi skrá fyri upplatingardagin.
Tað verður ein sera spennandi og øðrvísi handil, ið letur upp hendan dagin. Millum nógv annað forvitnisligt verður eisini ein stór útstilling av lampum frá Louis Poulsen við eitt nú PH-lampum. EL-IN verður einasti lampuhandil í Føroyum, sum kemur at hava hesar lampur, sum eru kendar um allan heimin fyri gott ljós og tíðarleyst snið.




