Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki so lætt sum onkuntíð at manna línubátarnar

John William Joensen

Umleið 10 línuskip eru heimahoyrandi í Klaksvík. Meginparturin av tí teir fiska, verður arbeitt upp í Klaksvík, so talan er um eina stóra vinnu í lokalsamfelagnum.

Nógv virksemi er í samfelagnum í løtuni, og tá hetta eisini fellur saman við, at árið í fjør var í lakara lagið hjá teimum stóru línuskipunum, so hava í hvussu so er summir av reiðarunum merkt, at tað fyri tíðina ikki altíð gongur so væl at sleppa avstað, orsakað av at tað gongur meira striltið at fáa fólk at fara við línubátunum.
Meðalinntøkan hjá manningini á línubátunum, lá um 300 til 400 túsund krónur í fjør, treytað av at menn vóru við allar túrarnar og tað hevur eisini verið við til at fáa fleiri sjómenn at leitað sær í land.
Ein orsøk er helst eisini, at nógv virksemi er í byggi- og annleggsvinnuni og tí hava fleiri ungir menn leitað sær í land at fáa sær eina útbúgving í handverkaravinnuni og aðrastaðni.
Thorleif Sigurdsson, reiðari á Pison og øðrum línubátum váttar at so er.
Umleið 10 stórir línubátar eru í Klaksvík, sigur Thorleif, og teir avreiða flestu lastirnar í Klaksvík, har fiskurin fyri størsta partin verður arbeiddur á Kósini, PureWater, Eystís og norðuri í Hvannasundi.
Tí má hetta sigast at vera ein stór vinna í lokalsamfelagnum her. Helst eru umleið 140 mans við teim 10 línubátunum og tá so arbeiðisplássini, sum fiskurin hevur við sær á virkjunum verða tald við, so er eyðsæð at hesir bátarnir hava stóran týdning fyri Norðoyggjar.
Eg haldi at eg kann siga, at reiðaríini hava ikki ligið á løtu síðuni tá talan er um at mótvirka gongdini við at menn fara íland, tí nógvir av línubátunum, hóast teir eru gamlir, eru renoveraðir, soleiðis at uppihalds og alt tað sum hevur við trivnaðin umborð, stillar tey krøv, ið vit seta til umstøðurnar umborð.
Hinvegin, so er eyðsæð, at inntøkan hevur verið ov lítil, tí fært tú somu inntøku við at sova í egnu song hvørja nátt, ja, so er einki argument fyri at vera burtur frá familju og vinum meginpartin av árinum.
Hinvegin kann eg siga, sigur Thorleif Sigurðsson at enda, at tað sum farið er av árinum higartil, hevur roynst betur enn um somu tíð í fjør. Men tað er tó ein sannroynd, at tað er ikki so lætt at mannað línuskipini nú, sum tað onkuntíð hevur verið.

Harleywoodpaint