Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Motión økir um longdina á lívinum

John William Joensen

Fýra tímar av motión um vikuna, kann økja munandi um longdina á lívinum, er niðurstøðan í danskari kanning.

Danskir granskarar hava, í sokallaðu ‘Østerbro-kanningini’, ið var sett í verk í 1976, m.a. fylgt rørslu og motións vanum hjá  sløkum 5000 monnum og kvinnum; og vísa tølini, at fýra tímar av motión um vikuna økir longdina á lívinum við sjey árum.
Ikki einans minkar vandin fyri hjarta og blóðrensl trupulleikum munandi, men eisini minkar vandin fyri at fáa krabbamein. Kanningin er ov lítil til at siga hvørji sløg av krabbameini talan er um, men verður sagt, at bæði danskar og aðrar kanningar hava víst, at motión minkar um vandan við eggjastokkakrabba, langakrabba og møguliga eisini bróstkrabba.
Tølini vísa harumframt, at vinningur eisini kann fáast við at motiónera millum tveir og fíra tímar um vikuna. Her kann talan gerast um eina økta lívstíð uppá fimm ár.
Tað er líkamikið hvat slag av motión talan er um, men tað er tó týdningarmikið, at pulsurin hækkar og at sveittin kemur fram. "Tað er ikki tí, at tað krevur so nógv fyri at fáa ein vinning. Vit tosa ikki meir enn um ein skjótan gongutúr uppá 20-30 minuttir um dagin. Tað er týdningarmikið, at man verður eitt sindur pøstur. Sofasúkling er ikki gott nokk", sigur Peter Schnohr, við Ritzau.