Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ókeypis bussferð til dystin ímillum KÍ og B36 Skírhósdag

John William Joensen

Áhugafelagið hjá KÍ vil hava so nógvar áskoðarar til dystin í Havn 13. apríl, sum tilber og tí bjóðar felagið áskoðarum hjá KÍ ókeypis bussferð úr Leirvík til Havnar og aftur til Leirvíkar.

Tað hevði verið hugaligt, um vit komu aftur úr Havnini Skírhósdag við trimum stigum,
og tað kunnu vit áskoðarar gera okkara til við at møta manssterk til dystin. Áhugafelagið hevur tí gjørt av at bjóða øllum, sum vilja stuðla KÍ, ókeypis bussferð til Havnar.

Farið verður við Dúgvuni kl. 13.15 og norðuraftur beint eftir dystin.

Koyr á KÍ!!!

Harleyfacadeacryl