Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tænastumenn kunnu halda fram eftir penisónsaldur

John William Joensen

Undir tingviðgerini í dag kom fram at hóast tað er vanlig mannagongd at tey sum fylla 67 ár noyðast frá við pensión, so er tað eingin lóg sum krevur hetta.

Bárður Nielsen kundi vátta yvir fyri tinginum at síðan kreppuna fyrst í 90 unum hevur tað verið vanlig mannagongd at fólk sum arbeiða hjá tí almenna hava verið noydd at lagt frá sær tá tey fylla 67 ár.
– Men hetta er ongantíð felt niður í nakar lóg og tí er hetta yvir lati til stovnsleiðararnar at avgera um starvsfólk kunnu halda fram tá tey koma til pensiónsaldur.
– Undir øllum umstøðum er so eingin lóg sum forar fyri at tænastumenn skuldu frá tá teir gerast 67 ár, segði Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. m.a. í tinginum.

Tað vóru fleiri tingmenn sum hildu at hetta átti ikki at hvílt á stovnsleiðarunum og at man átti aktivt at virka til at varðveitt fólk á arbeiðsmarknaðinum eftir at ein gerst 67 ára gamal.

Harleyfacadeacryl