– Eg kann bara harmast um at Dimma, hóast teir eru fullvitandi um at søgan einki hald hevur í veruleikanum, velur at koyra søguna.
– Hetta er bert eitt av fleiri dømum, sum sýnir at Dimma førur ein journalistikk, sum minnir mest um Oyggjatíðindi.
– Tað er eisini harmiligt, at eitt blað, sum Dimma, áhaldandi hevur skriva negativar søgur um viðurskifti í Norðoyggjum. Tað tænir teimum á ongan hátt.
– Tað kann ikki vera rætt at eitt blað, sum Dimmalætting ikki vil kanna søguna til botns, sigur Jákup Mikkelsen í stuttari viðmerking til Norðlýsið.




