Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sýslumaðurin í Runavík helt seg til lógina

John William Joensen

Eftir seinastu grindina í Gøtu varpaðu vit ljós á grindbýti og í hesum sambandi sendu vit fyrispurning til Fiskimálaráði


Fiskimálaráði, sum umsitur grindlógina, sendi fyrispurningin víðari til Sýslumannin í eysturoynni, og í vikuni fingu vit so svar.
Í skrivi frá 11. apríl 2006 greiður sýslumaðurini Fiskimálastýrinum frá, at grindin varð skift sambært ásetingunum í § 18 og §20 í kunngerð nr. 6 frá 8. apríl 1998 um grind.
Tá trupulleiki stóðst av at skifta grindina í heimapartar til alt grindaumdømið, tí grindin ikki var nóg stór í mun til fólkatalið í umdøminum, bleiv vísandi til § 18, stk. 2 nr. 9 seinasta pkt. avgjørt at skifta grindina í fullar partar til ávísar kommunur í grindadøminum.
Sýslumaðurin leggur afturat, at við at skifta til fullar partar til partar av grindaumdøminum 1 ella 2, tá ein grind er rímulig í stødd, er nógv størri møguleiki fyri, at øll í grindaumdøminum við tíðini fáa heimapartar.
Fiskimálaráðið hevur tikið viðmerkingarnar frá sýslumanninum til eftirtektar. Skiftið í heimapartar er gjørt við heimild í galdandi kunngerð um grind, og tað er eftir Fiskimálaráðsins tykki tikið atlit at tryggja, at skift verður í heimapartar, so alt grindaumdømið við tíðini fær hóskandi heimapart, sigur Fiskimálaráði i svarinum til Norðlýsið.

Neyvan bítt til Klaksvík
Seinastu árini hava grindirnar ikki verið eins stórar og tær vóru fyrr og tí hava sýslumennirnir í norðoyggjum og eysturoy valt at bíta til ávísar kommunur ístaðin fyri alt grindaøkið, sum teir eisini hava heimild til sambært grindalógini.
Í brævinum frá sýslumanninum í eysturoy sæst at hann metir at hetta er eitt skilagóð mannagongd og at um tað koma fleiri grindir av rímiligari stødd, so ber til við tíðini at koma runt í øllum grindaumdøminum í sýsluni, eisini Norðoyar vestan fyri Múla.
Men hóast hesi orðini frá sýslumanninum í eysturoy, har hann vísir á, at ætlanin er at økini skulu skiftast um at fáa part, so er tó neyvan sera sannlíkt at hann nakrantíð fer at bíta til heimapartar í eitt nú Klaksvík tá grind er í Gøtu.

Livst so spyrst.