Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

2850 hava nú keypt startpakka

Oliver Joensen

Í kvøld ímillum kl. 16.00 og 20.00 er absolutt seinasta freist at sleppa við til tunnilsrenningina.

Guttorm Sørensen frá Treystinum sigur, at seinastu dagarnar hevur nógv trýst verið á fyrireikarunum til tunnilsrenningina, tí tað vísir seg nú, at nógv í síðstu løtu vilja sleppa við til tunnilsrenningina.
Vit mugu seta eitt evstamark fyri tekningini til tunnilsrenningina um vit skulu stýra renningini forsvarliga, og hetta absolutta evstamarkið fyri luttøku er nú sett til ídag ímillum klokkan 16.00 og 20.00.
Tá hava vit opið í Klingrugarði hjá KBI og fólk kunnu koma niðan og keypa sær ein startpakka. Tá ið stongt verður kl. 20.00 vita vit neyvt hvussu nógv fólk fara at luttaka í renningini, og vit rokna við at talið fer at liggja um 3000.
Sum sagt, so er seinasta freist í kvøld.