NCC skipar fyri stórari veitslu í Skálanum leygarkvøldið og í tí sambandinum verða øll boðin til dansin, ið byrjar kl. 24.00
Nú lækkar móti endanum hjá virkseminum hjá flestu teimum, sum hava arbeitt við projektinum Norðoyatunnilin, og í tí sambandinum skipar NCC fyri veitslu har starvsfólk, leverandørar og undirleverandørar og onnur eru boðin við.
Á miðnátt er ætlanin at dansurin skal byrja, og tá eru øll vælkomin í dansin. Hetta verður sjálvandi eisini eitt gott høvi at siga farvæl til teirra, sum hava arbeitt her ímeðan tunnilin hevur staði í ger.
So vælkomin í dansin í annaðkvøld kl. 24.00, skulu vit heilsa og siga frá teimum hjá NCC.




