Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tit hava gjørt eitt gott arbeiði

Oliver Joensen

Hetta segði Svein Kristiansen, stjóri hjá NCC við arbeiðisfólki á veitslu í kvøld í Skálanum í Klaksvík.

Ikki kann sigast annað enn at kvøldið var hugnaligt. Arbeiðismenninir Leirvíksmegin og Borðoyarmegin kappaðust um at skjóta hvønn annan, og sum ein áminning um okkum norðoyingar, so vóru kokkarnir hesaferð úr Havn og helst er tað ein áminning um, at Norðoyatunnilin letur upp dyr, ikki bara fyri okkum, men so sanniliga eisini fyri uttanfyristandandi.
Í røðu síni segði Svein Kristiansen, at hann var sera væl nøgdur við arbeiðið í samband við Norðoyatunnilin og fegnaðist um, at hesin tunnilin var ein av teim fremstu av sínum slagi. Eini 200 fólk vóru á starvsfólkaveitsluni hjá NCC í Skálanum í kvøld, og har var eitt gott høvi at siga farvæl til vinir og kenningar, sum hava verið í arbeiði her í útivið tvey ár.
Ikki minst vit á Norðlýsinum fara at takka starvsfólkunum hjá NCC fyri framúr samstarv og tillukku við stóra avrikinum, at kunna avhenda arbeiðið útivið tríggjar mánaðar undan evstamarki.

Harleywoodpaint