Hans Arni Bertholdsen, formaður í Ferðslunevndini hjá býráðnum heitir á norðoyingar um at lata bilin standa so vítt gjørligt leygardagin.
Í sambandi við at Norðoyatunnilin letur upp leygardagin, verður sera nógv virksemi í býnum. Norðuri á Stongunum, kring miðbýin og niðan ímóti tunnilsmunnanum verður hópur av tiltøkum og hartil verður skipað fyri skrúðgongu, tí hevði verið hugaligt at sloppið undan alt ov nógvari ferðslu.
Vit hava øll gott av at ganga, og tí er her eitt gott høvi eisini at hugsa um heilsuna leygardagin og lata bilin standa.
Hetta skal tí vera ein heilsan frá Ferðslunevndini og ein áheitan um at vit øll lata bilin standa leygardagin og bert brúka hann um tað er sera neyðugt, sigur Hans Arni Bertholdsen, formaður í Ferðslunevndini hjá Klaksvíkar Býráð.




