Í móti endanum vóru tað bara eg og Jógvan Jóhan, sum vóru á odda, og so avtalaðu vit, at vit skuldu fylgjast inn á mál, sigur Álvur.
Álvur Fuglø Christiansen, sum gongur í 10. flokki á Ziskatrøð, var annar av teimum báðum fyrstu, ið komu á mál, tá ið runnið varð ígjøgnum tunnilin. Hann rann strekkið við tíðini 23.42 min. og deilir fyrstaplássið við Jógvan J. Lorenzen.
Í móti endanum vóru tað bara eg og Jógvan Jóhan, sum vóru á odda, og so avtalaðu vit, at vit skuldu fylgjast inn á mál. sigur Álvur.
Síðan tað bleiv kunngjørt at tunnilsrenningin fór at vera, vóru tað mong, ið vandu dúgliga til renningina. Vit spurdu Álv, um hann eisini hevur vant nógv: Nei slett ikki, men eg havi trenað nógv fótbólt, so tað er nokk har eg havi fingið kondisjónina frá. Álvur hevur runnið nógv tá hann var yngri, men nú raðfestur hann fótbóltin hægri, so tað fer við nokk so nógvari tíð.




