Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin Mortensen, ÍSF forseti.: Sjónvarpið ikki í tráð við andan í sáttmálanum

John William Joensen

– Í sáttmálanum við kringvarpið §5 stendur tíðuliga at sendingarnar skulu gerast í samráð við fyriskipararnar (feløgini), sum hava ræðisrætt á ítróttarøkinum, sigur Heðin Mortensen.


Tað er ÍSF, sum vegna føroyskan ítrótt hevur samrátt seg fram til sattmála við Kringvarpið, um frásagnir frá ítróttarkappingum.
– Í §5 stendur at Kringvarp Føroya viðurkennir at feløgini hava ræðisrættindini og at allar upptøkur og sendingar vera gjørdar í samráð við fyriskipararnar (feløgini) og sáttmálin sigur eisini greitt at á Ítróttarøkinum eru tað feløgini sum bestemma.
– Tí skilji eg ikki trupuleikan sum nú hevur tikið seg upp og hava vit í hesum sambandi skrivað kringvarpsstjóranum eitt bræv har vit vísa á at andin í sáttmálanum ikki er fylgdur.
– Eg haldið tað vera sera harmiligt at sjónvarpið skal vera so knívskorið í hesum málinum tí tað eigur at bera til at finna eina loysn.
Heðin Mortensen sigur at um Kringvarpið ikki heldur seg til sáttmálan so ber ikki til at hava nakað samstarv.
– Stjørnin í ÍSF kemur saman at viðgera málið í kvøld og vanti eg at vit gera eina niðurstøðu, sum vit fara at fráboða Kringvarpinum.
– Teir eiga at halda seg til tað sum teir hava skriva undir, um ikki, so mugu vit fara at kanna møguleikar fyri øðrum samstarvi.