Handilsfelagið í Runavík lýsir við "garvillum tilboðum" leygardagin, og harafturat er KÍ tíðindi við upptakt til stórdystin millum KÍ og HB leygardagin.
Blaðið sum verður borið í hvørt hús í Norðoyggjum og Eysturoy í kvøld er søguligt.
Blaðið er heilar 28 lit síður og hevur Norðlýsið ongantíð áður havt so nógvar litsíður, hóast síðutalið onkuntíð hevur verið størri.
Tað er fyrst og fremst handilsfelagið í Runavík sum eigur blaði har handlar í Runavík bjóða norðoyingum og eysturoyingum til Runavíkar leygardagin at síggja tey "garvillu tilboðini", sum tikið verður til.
Hetta má samstundis eisini vera fyrsta ferðin at handlar í Runavík eiga so stóran part av Norðlýsinum.




