Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB misti á stokkinum

John William Joensen

Tá alt sá svart út, slóg Paul Clapson til, og so kókaði kring vøllin á Djúpumýru

1700 atgongumerki vóru seld til stórdystin millum KÌ og HB sunnudagin á Djúpumýru. Havast skal í huga at skúlaungdómur sleppur ókeypis so áskoðaratalið var óivað væl omanfyri 2000.
Og tey sum høvdu goldið tær 70 krónurnar fyri atgongumerkið fingu eina uppliving fyri pengarnar.
Ikki tí, fótbóltsspæl sóu vit ongantíð nakað til, men tað hevði ein ikki vænta av einum dysti sum hevði so nógv at týða fyri baði liðini.
Í fyrra hálvleiki var tað KÍ sum var omaná og hevði stórstu málmøguleikarnar. Hetta mest orðsaka av íðinskapi eftir at fáa hendir á bóltinum. HB leikararnir fingu ongar stundir við bóltinum, KÍ ararnir vóru á teimum alla tíðina og hetta gjørdi at KÌ í heilum kundi fara í kontra frá miðvøllinum.
Tað var tí ikki í tráð við leikgongdina at gestirnir fingu málið, men málið var ein sonn perla.
Jákup á Borg kemur ígøgnum í høgru síðu, sleppur inn um verjuna og leggur bóltin útfrá til Páll M. Joensen sum kanónar bóltin í netið. Eitt flott mál og eystar helvtin av skýlinum kókar.
Lítla løtu seinri kemur ein bóltur inn í HB brotsteing, verjan far ikki bóltin burtur og hann ferðast einaløtu ímillum vinir og fíggindar til Heðin á Lakjuni far somikið av fóti á bóltin at hann sníkir seg inn um mállinjuna. 1-1 og so kókaði vestari partur av skýlinum og fleiri løg av áskoðarum kring vøllin.

Seinri hálvleikur
Í seinra hálleiki vendist spælið. Hóast KÍ nú hevði lotið í ryggin, so var tað HB sum lá oman á.
Nú vóru tað teir sum stressaðu miðvallararnar hjá KÌ so mikið at teir alt ov ofta mistu bóltin. Men hóast hetta, stóð KÍ verjan rættuliga stinn men so hendi nakað sum fekk ein týðandi leiklut í hvussu úrslitið av dystinum bleiv.
Málverjin hjá KÍ skjýtur ein langan bólt upp um verjuna hjá HB har Hjálgrím setir kós móti málinum.
Hann sleppur tó ikki heilt leysur av verjuni, men sær ikki ein púra fríðan Paul Clapson til høgru. Í staðin velur kí áleyparin at royna sjálvur, men bólturin endar hjá HB málverjanum.
HB fer í skjótt kontra álop sum endar við at Jákup á borg skjútur ein langan bólt í málið aftan fyri Meinhard Joensen. 1-2 til HB og havnamenn hálsfevnast á og kring vøllin.

Paul Clapson enn einaferð
Tað sá rættuliga svart út hjá KÍ seinastu minuttirnar. Hóast venjarin royndi seg við útskiftingum, var tað sum um tað var ógjørligt hjá KÍ at fáa spælið at koyra.
Í yvirtíðini noyddist undirritaði á wc í KÍ høllini, og útafturkomin var alt í einum rokið.
PAUL CLAPSON!!! hoyrdist ein skilmaður standa og skríggja og hyggjandi út á vøllini síggi eg Klaksvíkingar dansa av gleði meðan HB leikarar dansa krígsdans kring dómaran.
Lítla løtu seinri floytar dómarin av og máltalvan vísti 2-2 og harvið var Kí framvegis ósigrað.
At hetta kom illa við hjá HB var eyðsýnt. Tí við javnleiki liggur KÍ framvegis á øðrum plássið við 15 stigum meðan HB liggur á fimta plássið við 11 stigum.
Stigini vóru komin upp undir bátin, men so kvetti Paul Clapson á stokkinum.

Handfast
Teir átta trygdarvørarnir hjá KÍ fingu síðani úr at gera við at verja dómaran fyri illum havnamonnum, kropp á kroppi royndu ymiskar útgávur av HB viðhaldsfólkum, leikarum og leiðarum at sleppa framat dómaranum, men tíbetur hendi einki og dómari og linjuverjar komu óskalaðir inn í skiftingarrúmi.
Men á veg inn í skiftingarrúmið var illstøða millum leikararnar og eina løtu var handfast, men tíbetur spældi hetta eisini væl av.
Soleiðis endaði hesin dysturin millum stórfeløgini í føroyskum fótbólti, og nógv verður at tosað um eftirfylgjandi. Meiningarnar um tað seinasta frísparki sum KÍ fekk í yvirtíðini og so heddaran hjá Paul Clapson, sum tryggjaðu okkum annað stigið – nei rættari sagt – stjól tvey stig frá HB – vera ymiskar sum fólk eru ymisk.
Alt í alt ein hendingarrík sólskinsløta á Djúpumýru.
 
 
John William Joensen