Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator undir Ennibergi

Oliver Joensen

Tað hevur gingið væl hjá Atlantic Navigator, síðani hann kom í føroyska flotan, og ídag hava tey millum annað hugna sær fram við landi norðanfyri.

Atlantic Navigator undir Ennibergi
 
Svartkjaftaverksmiðjuskipið Atlantic Navigator liggur í kvøld undir Ennibergi og ger klárt til at koma inn í nátt. Skipið verður væntandi í Ánunum klokkan 04.00 týsmorgunin.
 
Hetta er fimti túrur, ið Atlantic Navigator ger, síðani skipið kom í føroyska flotan, og ikki kann sigast annað, enn at fiskiskapurin hjá skipinum hevur roynst stak væl.
 
Hendan túrin seta teir met í fiskiskapi. Veiðan er góð 1.400 tons av frystum surimi, og mjøllastin er góð 500 tons.
 
Í góðveðrinum hava myndamennirnir umborð, Bergur Mikaldal og Jógvan Eliassen verið ein túr við MOB-bátinum og tikið nakrar myndir til okkara. Við sær á túrinum fingu teir nøkur vøkur sprund, Rothu Poulsen og Elsu Frederikssen úr Klaskvík, Joan Hansen úr Runavík og norsku Jórunn Sleiri, ættað úr Fuglafirði í móðirætt.
 
Skipari á myndatúrinum var stýrimaðurin Heri Henrikssen, ið eigur mangan túrin undir bergin
um úr ættarbygd síni Viðareiði.
 
Skipari á mettúrinum er Lion Petersen og framleiðslustjóri er Petter Aune.
 Vælkomin heim

Harleyfacadeacryl