Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÌ unglingar í finaluni

John William Joensen

Í einum spennandi dysti við høgari leikferð vunnu unglingarnir hjá KÌ 1-0 á NSÌ.

Í kvøld sóu vit ein góðan og spennandi dyst ímillum unglingarnar hjá KÌ og NSÍ. Í fyrra hálvleiki vóru runavíkingar heldur meiri naskir enn klaksvíkingarnir. Hetta komst helst av at KÍ byrjaði ógvuliga varisliga við Kristoffur Jakobsen púra einsamøllum í álopinum. Hetta gjørdi at NSÌ hevði meiri spæl uttan at koma til nakran stóran møguleika.
Frá byrjan av seinna hálvleiki hevði KÌ´venjarin, Dánjal Jákup Joensen, broytt uppstillingina. Steffan Kalsøe var fluttur frá verjuni fram í álopið, Kristoffur Jakobsen á miðvøllin og bróðurin Sylvan kom inn á vinstra bakk. KÍ fekk meiri spæl, kom til fleiri málmøguleikar og verjan tyktist tryggari. 
KÌ fekk málið í einum kontraálopið miðskeiðis í seinna hálvleiki. Kristoffur trekti frá miðvøllinum fram ímóti 16 metur teiginum og spældi Niels Paula snildisliga leysan. Niels Pauli sendi bóltin trygt undir málverjanum í netið við sínum kalda vinstra beini.
Eftir hetta setti NSÌ øll segl fyri og hetta gav klaksvíkingunum nakrar góðar kontra møguleikar. M.a. hevði Álvur Christiansen, sum spældi ein branddyst, eitt kanónskot á tvørtræið.
Dómari var Jón Sigurd Gleðisheygg – gott avrik.
Í finaluni, sum verður spæld á Tórsvølli 28. juni,  møta KÌ-unglingarnir HB ella ÍF.