Højgaards Handilsvirkið, við Rodmund Nielsen, Jónsvein Knudsen og Jóhannes Danielsen, hava keypt P/F Klement Petersen
Tað hevur ljóða í eina tíð og í morgun bleiv tað alment, Símun Mittún hevur selt gomlu familjufyritøkuna, Klement Petersen.
– Eg eri ikki ungur longur og havi leingi havt ætlanir um at sloppið burtur úr handilslívinum.
– Tá so møguleiki var at selja valdu vit at taka av og hóast eg komi at halda fram í eitt skiftis tíðarskeið so fari eg um stutta tíð at gevast heilt, sigur Símun Mittún í stuttari viðmerking.
Símun Mittún umboðar 2/3 av partapeninginum í Klement Petersen, sum familjan eigur, og harafturat eru aðrir eigarar sum hava 1/3 og teir hava eisini selt sín part til Høgjaards Handilsvirkið. Clement Petersen flutti til Saltangará í 1975 og tað eru 10 starvsfólk í fyritøkuni í dag. Sum Norðlýsið skilir so fáa tey øll tilboð um at halda fram.




