Da Vinci filmurin imponerar als ikki, skriva ummælarar, eftir at filmurin var sýndur í Cannes Film festivalinum í dag, hetta skrivar DR.
"Tað er veruliga ikki nakað ið riggar. Hann er ikki spennandi. Hann er ikki romantiskur. Og hann er als ikki stuttligur. Tað kennist, sum um man er har í ein ævinleika. Og mann leggur til merkis, hvussu øll arbeiða uppá tað harðasta fyri at fáa fornuft út úr nøkrum, sum kanska ikki egnar seg til ein film", sigur Stephen Schaefer, sum skrivar fyri Boston Herald.
Filmurin var frumsýndur í dag á filmfestivalinum í Cannes.
Hollywood-blaðið, Daily Variety, sigur, at ein vantandi "kemi" er ímillum filmstjørnurnar, Tom Hanks og Audrey Tautou, ið hava høvuðsleiklutirnar. Harafturat, verður sagt, at tað er óhugsandi, at eitt slíkt filmshandrit nakrantíð hevði verið umhugsað til filmatisering í Hollywood, um bókin ikki hevði verið til.
Mentunarritstjórin hjá DR-Nyheder, Niels Frid-Nielsen, er tó av aðrari hugsan, og sigur, at filmurin er trúgvur ímóti bókini. Spurningurin er, sigur hann, um vit kunnu góðtaka kelivætti Tom Hanks í leiklutinum, sum ein religiøsan symbolanalytikara. Mítt varisliga git er, at innan nógvar dagar eru gingnir, so er hann nomineraður til ein Oscar.
Sagt verður á mentunarportalinum hjá DR, at bókin, ið hevur selt meir enn 40. milliónir eintøk, er elskað og hatað av nógvum, m.a. tí at hon fortelur eina søgu um Jesus, har hann giftist við Mariu Magdalenu, og at tey fingu børn. Hetta hevur m.a. skapt øsing innan katólsku kirkjuna, ið eisini mælir fólki til at boykotta bókina. DR skrivar eisini, at ein biografur í Føroyum metir film verða gudsspottandi ov gudsspottandi til, at hann kann verða sýndur í Føroyum, og at filmurin tískil er tikin av skránni.




