Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskimálastýrið eigur at krevja at norrmenn brúka føroysku ristina

John William Joensen

sigur Absalon í Buð, frá Útróðrarfelagnum Eystan Múla, sum heldur tað vera ótrúligt at eitt nú norsku svartkjaftatrolarnir sleppa undan at nýta rist

– Fyri stuttum tók norska sjóverjan Skálaberg, tí onkrir skeivleikar vóru í monteringini av ristini, men sjálvir trola norskir svartkjafta trolarar í føroyskum sjógvi uttan yvir høvur at nýta rist:
– Samlaða veiðan í føroyskum sjógvi hjá Svartkjafta skipunum er umleið 500.000 tons, og út frá hesum kann man rokna seg fram til eina hjáveiðu, sum er góð 10.000 tons.
– Tað eru tó skip, sum nýta ristina, m.a. Atlantic Navigator, og teir hava havt somikið góðar royndir við hesum at føroyska ristin hevur fingið altjóða viðurkenning.
– Tí haldi eg tað vera ótrúligt at føroyskir myndugleikar samstundi loyva einum stórum altjóða flota at trola í føroyskum sjógvi uttan rist.