Okkara øki má bjóða eitthvørt fyri tær 170 krónurnar, ið tað kostar at koyra ígjøgnum tunnilin, heldur André Matras.
John D. Olsen
Sólin stendur hægst á himli tá eg eri á veg út á Norðoyri fyri at hitta André Matras, ein tann kendasti samkomu- og kirkju persónur í Klaksvík.
Koyrandi hevur verið ígjøgnum tunnilin nú í nærum tvær vikur, so ein dreymur, ið klaksvíkingar leingi hava haft, er materialiseraður. Sólin hevur eisini skinið á víkina síðani koyrandi varð undir Leirvíksfjørð og hevur ein ávís optimisma víst seg við m.a. nógvum kundum í handilslívinum.
Túrurin út eftir Oyravegnum gevur mær stundir at hugsa um hvat pastorurin, leikmaðurin og málarin man hava av dreymum og visjónum um Klaksvík. Hann hevur eitt missiónsboð at ganga útfrá; og metir hann seg óivað at verða á góðari leið viðvíkjandi sannleikanum hvat tí viðvíkur. Harafturat, er Getsemane kend fyri at vera ein rættiliga frísk og virkisfús kirkja við nógvum ungum og ágrýtnum fólkum, so eg ímyndi mær, at møta einum virknum og hugaligum ungum manni, ið torir at geva til kennar sínar dreymar og tankar.
André tekur vinaliga ímóti mær. Bjóðar mær innum, og setast vit niður og snakka aftur og fram um tann nýggja veruleikan og tær avbjóðingar ið fylgja við honum. Avbjóðingar, ikki bert fyri vinnurekandi, men eisini fyri kirkjur og einstaklingar stutt sagt, fyri alt økið, ið nú er bundið saman við meginøkið á ein nýggjan hátt.
Fjølbroytni
– André, hvønn dreym ella hvørja visjón hevur tú viðvíkjandi Klaksvík? Hvat hevði tú gjarna viljað viðvíkjandi Klaksvík og fólkunum her? Ella við øðrum orðum: hvat heldur tú skal til fyri at skapa ein góðan bý, sum vit øll kunnu trívast í og vera stolt av?
Vit mugu fyrst av øllum hava ein bý har tað er gott at liva. Hvat skal til? Tað er sjálvandi ein hópur av tingum, sum skapa ein góðan bý, og ivaleyst verður tað trupult at fáa øll at stórtrívast; vit hava jú øll ymisk lívsvirði, ymiska trúgv og ymiska mentan. Eg haldi, at vit øll kunnu vera stolt av onkrum, men eingin kemur at vera stoltur av øllum.
– Tað er nógv frammi fyri tíðina, at arbeiða við framtíðarætlanum og visjónum í Føroyum, men tað er ikki einans her at arbeitt verður við slíkum. Heldur tú, at ein býur sum Klaksvík og hennara íbúgvar skulu hava, ella arbeiða við, visjónum?
Størsta avbjóðingin
Ja, tað skulu vit heilt avgjørt. Vit mugu vita hvar vit eru, og hvar vit ætla okkum, men tann størsta avbjóðingin er ikki hvat vit ætla okkum, men hvussu náa vit tey mál ið vit seta okkum.
– Hvat hevur tú í huganum, tá tú sigur soleiðis, at størsta avbjóðingin ikki er hvat vit ætla okkum? Halda vit okkum til eitt yvirskipað perspektiv, so tykist mær, at ein ávís avbjóðing liggur í at finna útav hvat vit ætla okkum. Klaksvík er ein fjølbroyttur býur, við fjølbroyttum hugsanum og fólkum, sum tú eisini sigur, tískil, kundi tað verðið ein avbjóðing at finna eina felags visjón?
Maður er aftanfyri visjónina
Eg kann ikki lata vera við at hugsa um Tony Paris; ein maður við eini visjón, um at fáa KÍ at vinna, men sum eisini veit hvat krevst av honum og hansara leikarum fyri at náa málið, og longu nú sæst, at maður er aftanfyri visjónina. Tað eru mangir, ið hava sett sær høg mál við bæði KÍ og øðrum ítróttarfeløgum og vinnuligum fyritøkum, men eru ikki komnir úr stað. Tað skal meiri til enn góð hugskot fyri at náa tey mál, ið vit seta okkum. Dreymur gerast ikki veruleiki av sær sjálvum.
Ein felags visjón? Tað ljóðar spennandi; og er heilt vist ein stór avbjóðing. Men eg haldi, at tað er ein ávís styrki í, at vit hava ymisk menniskju, við fjølbroyttum visjónum á teimum ymisku økjunum, ið viðkoma býnum.
Kvalifikatiónir framum relatiónir
– Kanst tú siga eitt sindur meir, um hvussu tú ímyndar tær, at vit betur kunnu náa tey mál vit seta okkum?
Tey røttu fólkini mugu setast til tær røttu uppgávurnar, og eg haldi, at meiri dentur eigur at leggjast á kvalifiktatiónir enn á relatiónir, tá man setur fólk í starv. Lokalhugsan er kanska ein veikleiki her men mugu vit læra okkum at hugsa breiðari. Ein góður leiðari ger eitt gott arbeiði, so einfalt er tað. Vit mugu tora at seta krøv bæði til okkum sjálvi og til onnur.
170 krónur betri
Nú tá tunnilin er vorðin ein veruleiki krevst tað sjálvandi meiri av okkum, men eg eri fullvísur í, at vit hava tað, sum skal til. Tó haldi eg, at vit skulu ansa okkum at gera stórar felags íløgur hinumegin tunnilin saman við kommununum í Eysturoynni, tí vit mugu jú gera okkara økið 170 krónur betri enn hini. Ikki fyrrenn vit øll gjalda fyri alt samferðslukervið, kunnu vit byrja at síggja tað sum eitt øki. Vit kundu kanska byrja við at samstarva við kommunurnar norðanfyri. Til dømis, haldi eg, at vit kundu bygt eitt listasavn á Viðareiði saman við Viðareiðis kommunu.
Funktión heldur enn positión
– Hvussu sært tú uppá hetta fyribrigdi at arbeiða við visjónum? Hevur tú gjørt tær nakrar tankar um hetta?
Eg má siga, at eg var ikki sørt stoltur av at vera klaksvíkingur leygardagin, har allur býurin í felag tók saman hendur og gjørdi dagin til nakað, ið vit seint fara at gloyma. Tað er tað sama við visjónsarbeiðið. Vit mugu tora at seta okkum mál og síðani vísa tann arbeiðsviljað, sum skal til fyri at náa málini, ið vit seta okkum. Øll tey, sum sita í leiðslu, mugu hugsa meira um funksjón enn um positión; og har er ein visjón ein góður mátistokkur, sum kann siga okkum, um vit eru komin nakran veg. Visjónsarbeiði kann brúkast á nógvum økjum í lívi okkara.
Áræði og gjøgnumskygni
– Man kann siga, at ein tann størsta broytingin verður at tillaga okkara tankar til tann nýggja veruleikan: Klaksvík partur av meginøkinum. Heldur tú, at hetta hevur ávirkan á okkara sjálvsfatan?
Sálomon sigur í Orðtøkunum »Tí sum hann hugsar í sál síni, so er hann.« Eg haldi, at frá fyrsta degi, koyrandi var undir Leirvíksfjørð fóru vit at hugsa øðrvísi, og henda broytingin gevur okkum norðoyingum ein hóp av møguleikum fyri at menna okkum, bæði vinnuliga og mentunarliga. Nú ræður um áræðið og gjøgnumskygni nakað sum eg haldi, vit norðoyingar hava.
Øktur fólkastreymur
– Hvørjar avbjóðingar og fyrimunir sært tú fyri Klaksvík nú koyrandi er undir Leirvíksfjørð?
Vit klaksvíkingar bera orð fyri at hugsa lokalt, og tað er nokk heldur ikki heilt ósatt, men samanhald gevur jú styrkið. Tó kann leggjast afturat, at samanhald uttan visjón gevur snævurskygni. Annars vænti eg ein øktan fólkastreym hendanvegin, sum gevur fyrimun bæði á mentanar økinum eins og á vinnuliga økinum; men sjálvsagt so krevur tað eisini meir av okkara mentunar- og vinnulívið. Øktu flutningsmøguleikarnir koma at gera norðoyingar meira kappingarførar og fólkastreymurin kemur heilt víst at vera okkum til fyrimuns. Vit hava jú altíð ferðast inn á meginøkið.
Tæna øðrum
– At enda vil eg spyrja teg um, hvussu tú sært virksemið hjá Getsemane í ljósinum av nýggja veruleikanum?
Sjálvandi tað, at vit hava eitt størri øki at arbeiða í, og eisini betri møguleikar fyri at tæna øðrum samkomum. Aðrar samkomur hava eisini betri møguleikar at tæna okkara samkomu. Eg ivist ikki í, at sambandið undir Leirvíksfjørð kemur at styrkja um samanhaldi millum samkomurnar.
Sum eina lítla síðstu viðmerking, so mugu vit nú vóna, at klaksvíkingar ikki seta kubbarnir hjá sær til sølu, tí her er bara so gott at vera sigur André við einum stórum breiðum smíli, ið kann virka eitt sindur gátuført.




