Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samrøða við Gunvá við Keldu, formaður í Mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs.: Mentan og vinna koyra væl saman

John William Joensen

Í samband við teir nýggju møguleikarnar, hevur Norðlýsið hitt formannin í Mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs, Gunvá við Keldu, fyri at hoyra hennara tankar, dreymar og visjónir.

John D. Olsen

Hvussu upplivdi tú dagarnar uppundir og eftir upplatanina?
– Alt gekk sum tað skuldi. Tunnilin er heilt fantastiskur, men tað tekur eina tíð, áðrenn vit skilja til fulnar allar møguleikarnar, sum liggja í honum. Eg eri næstan uppvaksin við tunlinum, ella hugtakinum tunnil. Eg havi haft tað í blóðinum í nærum tjúgu ár og er tað ógvuliga stuttligt at hann nú er blivin til veruleika. Tunnilin gjørdist aktuellur longu í 80unum og var hann nærum at gerast veruleiki síðst í 80unum, men tá kom kreppan so ikki fyrr enn í 94 varð hann aktuellur aftur.

Elektrisitetur í luftini
-Tað var næstan sum elektrisitetur var í luftini ta vikuna áðrenn hann var tikin í nýtslu alment. Fólk vóru ógvuliga spent og nógv virksemi var í býnum. Øll gjørdu okkurt – øll høvdu okkurt at fyrireika. Fólk vóru so glað. Øll heilsaðu uppá hvønn annan og alt var uppi at koyra.
Eg haldi, at ferðslan í vikuni eftir at tunnilin opnaði ikki gevur okkum eina realistiska mynd av hvussu ferðslan verður. Nú er summarið nær og fólk hava hug at ferðast, so eg meti, at tá tað líður út ímóti heysti, fáa vit eina meira realistiska mynd av vanligu ferðsluni.
Nógv hava vitja Klaksvík, sum kanska ikki hava verið her fyrr. Samstundis er tað gott at vit síggja hvat fyri møguleikar liggja í tí.

Gjaldið
Eg meini, at tað er skeivt, at tosa um, at vit skulu koyra ókeypis, av tí, at vit hava framt hesa verkætlanina uppá ávísar fortreytir. Høvdu vit ikki tað, var hann ikki komin. Samstundis haldi eg, at vit møguliga kundi lækka gjaldið nakað fyri at fáa fólk hendaveg. Møguleikar liggja eisini í, at einaferð hvønn ársfjórðing verður møguleiki at koyra ókeypis í gjøgnum tunnilin í eitt vikuskifti, eins og tað er í Vágatunlinum. Hetta vil verða kærkomið høvið at vísa Klaksvíkina fram tí tað vit í Klaksvík mugu selja okkum uppá er, at vit hava nøkur ting, ið hini ikki hava. Vanlig handilstilboð og tílíkt er ikki dragandi nokk, um vit skulu bjóða Klaksvíkina fram. Harafturímóti, má tað vera okkurt sum tey kunnu uppliva.

Aktuell mál
Hvørji aktuell mál arbeiða tit við nú innanfyri mentanarøkið í býráðnum?
Útbyggingin av skúlunum er tað størsta málið, ið vit arbeiða við fyri tíðina. Ósaskúlin skal útbyggjast fyrst. Harafturat, fyriliggur ein nýggj heildarætlan fyri Skúlan á Ziskatrøð. Tað er rættiliga týdningarmikið, trúgvi eg, at vit hava eitt gott skúlaverk. Sum er, krevja skúlarnir ábøtur. Tí, ætla vit at fáa fólk at flyta hendaveg, og ikki minst góð starvsfólk, so mugu vit skapa karmarnar til tað; um ikki vit megna tað, verður trupult at fáa vælútbúgvið fólk at flyta til Klaksvíkar.

Ætlanin undir Fossum
Eg má líka leggja afturat, at tað hevði verið gott, um vit einaferð fyri allar kundu verið samd, um at verkætlanin undir Fossum ikki verður til nakað. Tí, hetta at koyra siksak er ein trupulleiki. Tá útbyggingin á Ósaskúlanum varð samstykt í býráðnum, mælti Mentunarnevndin til, at ætlanin um at hava framtíðar skúlaøkið undir Fossum var slept, men tá var víst á, at tað mátti fyri í Byggi- og Býarskipanarnevndini, um ætlanin skuldi sleppast. Enn hevur málið ikki verið fyri í BBN, men ætli eg mær at leggja tað fyri nevndina, tí fleiri mál tú hevur, ið man kann vera ósamdur um, jú minni kemur frá hondini. Umbyggingin av svimjihøllini er eisini ein stór verkætlan.

Mentanarhús
Eitt aðalmál hjá mær er, at arbeiða seriøst við málinum um eitt mentanarhús í einum ella øðrum sniði. Enn er ikki ordilig gongd komin á, men vit hava eitt fínt uppskot liggjandi í býráðnum, har talan er um eitt kombinera mentanarhús og tónlistaskúla. Tað er so eitt uppskot, sum man kundi tikið støðið í, tí vit hava so stórar hølistrupulleikar innanfyri mentanarøkið tónlistaskúlanum vantar nøktandi høli, leiklistin vantar høli eins og teir nógvu tónleikabólkarnir, listafólkini og tey nógvu feløgini mangla høli. Av hesi orsøk, meti eg, at vit í Mentanarnevndini eiga at hava eina yvirordnaða ætlan, tí tað er so stórur munur á fyri fólk, at vita, at hetta liggur í kortinum og tað at ongir tankar ella uppskot fyriliggja.
Sjálvt um Klaksvíkar Kommuna hevur eina skattaálíkning áleið 110-120 mill. kr., so eru nógv onnur mál, ið eisini skulu raðfestast; eitt nú innan vinnuna. Íløgan í Ánunum kravdi nógva orku. Nú er tað upp til okkum at, fáa góðshavnin at geva inntøkur í kassan.
Mentanarøkið er eitt sokallað bleytt økið, ið ofta verður raðfest eitt sindur aftarlaga, tí summi hava tann hugburð at alt annað er so týdningarmikið at fáa at virka; men man má bara fáa fólk at síggja í eyguni, at um vit hava eitt blómandi mentanarlív, so hevur tað ávirkan á alt annað eisini tað førir eina syngergieffekt við sær.

Biografur
Eg haldi, at Klaksvíkar Kommuna átti ikki at stuðla biografi við peningi, tí vanliga eru biografar riknir á vinnuligum grundarlagi. Ikki tí, eg meti at ein býur sum Klaksvík eigur at hava ein biograf, men vísur tað seg ikki at hanga saman fíggjarliga so er ikki nógv at gera. Tað eru onnur øki eg meini at kommunan eigur at taka framum. Tá vit hugsa um Atlantis so er eitt megnar arbeiði gjørt har, har Høgni Klakkstein eigur sín stóra part í. Men at hava biograf bindur húsi nógvar dagar á árinum har ongi onnur tiltøk kunnu vera. Eg haldi at spurningurin er, um Klaksvíkar Kommuna skal stuðla biografi árliga við 650.000 kr., við at innflyta amerikanskar filmar, heldur enn at lívga um okkara egnu sjónleikarar og leiklistina. Hetta er sjálvandi eisini ein spurningur um raðfesting. Leiklistini ætli eg framhaldandi at fáa ljóð fyri í býráðnum, tí hon gevur so nógvar og víðfevndar møguleikar og ríkar evnini hjá okkara uppvaksandi ætt.

Nýggju avbjóðingarnar
Kanst tú siga nakað um hvussu hesi mál, relaterast til tær nýggju avbjóðingarnar?
Eg haldi ikki, at Klaksvíkar Kommuna kann koyra uppá at Fuglafjarðar Kommuna hevur eitt mentanarhús. Vit hava so alvorliga brúk fyri einum mentanarhúsi í Klaksvík, men vit mugu gera okkum greitt, at hetta húsið ikki fer at geva avkast eitt mentanarhús er ikki ein fyritøka, sum gevur pening av sær. Tí haldi eg, at vit áttu at hugsa eitt sindur alternativt. Vit eiga at fáa sponsorar av ymiskum slag, ella vit fingu stuðul frá onkrum ríkmanni so kundi tað verið meira møguligt enn nú. Um vit fáa eitt mentanarhús, so fer kommunan eisini at sleppa undan at leiga hølir ymsa staðni í býnum, sum verður gjørt nú. Um hetta verður tikið uppí, so verða nettoútreiðslurnar ikki so ógvusligar sum tær síggja út til at vera.
Eg síggi fyri mær eitt hús við nógvum ymiskum møguleikum og nógvum aktiviteti tað skal vera lív í. Eitt nú tónlistaskúlin, meti eg, hevði skapt eina slíka lívliga atmosferu.

Eingin mentan í Klaksvík
Sámal Matras Kristiansen segði í fjølmiðlunum, at eingin mentan var í Klaksvík. Mentan er so nógv. Vit hava eitt ríkt mentanarlív í Klaksvík, og tað er bæði innanfyri list, sjónleik, tónleik, trúarlív, ítrótt har eru nógvir streingir vit kunnu spæla uppá. Eg má siga, at eg gjørdist eitt sindur ovfarin av úttalilsum hjá Sámal. Tú kanst ongantíð siga, at eingin mentan er á einum stað, tí tað er altíð eitt ella annað slag av mentan. Antin hevur Sámal ikki fylgt við, ella hava vit ikki duga at víst á okkara blómandi mentanarlív.

Skrivligt tilfar
Sum formaður í Mentanarnevndini, eri eg hørm um, at vit hava so lítið av skrivligum tilfari. Har haldi eg, at kommunan hevur spælt ov lítið við at stuðla og kanska givið tilfar út sjálv. Hetta er eitt økið, ið ikki verður raðfest serliga høgt. Vit kunnu tó gleðast um, at hava tilfar eftir Robert Joensen og Símun Hansen, ið vit kunnu leita aftur í tá vit hava hug. Tá alt kemur til alt, so hava vit eina ríka mentan. Eg ætli mær at fáa býráðið meiri við at gera meiri burturúr okkara mongu mentafólkum.

Selja mentan
Tá vit nú tosa um framtíðarmøguleikar og visjónir í sambandi við tunnilin, so er tað ein avbjóðing fyri okkum at duga at selja okkara mentan. Vit mugu duga at koma útum við henni. Her eru vinarbýarsamstørvini millum Klaksvík og aðrar býir í Norðurlondum ein góður møguleiki hjá okkum at koma útum við boðskapinum og vøruni, ið vit hava.
Vit hoyra viðhvørt at mentan er bara fjas. Eg haldi, at vit her eiga at upplýsa meira um hvat mentan er. Tað eru sjálvandi eisini nøkur, ið ikki eru áhugaði í mentan, men sum eitt býráð eiga vit at arbeiða við øllum teimum ymisku økjunum, sum eru týdningarmikil fyri borgararnar.

Eldsálir
Eitt eyðkenni fyri mentanina í Klaksvík, er at hon verður borin fram av eldsálum. Tað eru tær, ið hava skapt nógv av tí, sum er skapt her. Mær dámar ógvuliga væl tankan um, at fólk taka initiativ og er tað sera týdningarmikið fyri ein bý. Kommunan eigur ikki at taka sær av øllum, men eigur hon at lofta og virðismeta arbeiði hjá teimum og brúka listina í Klaksvík til ymisk kommunal høvi. 

Sjálvsfatan
Klaksvík er í ymiskar mátar ein býur, ið ber brá av mótsetningum ein kompleksur býur. Vit eru von við at lýsa okkum sum ein fiskivinnubý burturav, men samstundis hava vit í nógvar mátar gingið undan, tá talan er um ymiskar mentanarstovnar í breiðari merking: svimjihøll, ítróttarhøll og skúlar, og eisini í meira smalari merking: tónleikur, trúarlív, leiklist og myndalist. Seinnu árini er Summarfestivalurin og Sjómannadagurin góð dømi uppá hetta. Hvat heldur tú at framtíðin fer at føra við sær viðvíkjandi okkara sjálvsfatan?

Yvirlivilsisinstinkt
Hatta er ein ógvuliga breiður spurningur. Vit hoyra ofta at klaksvíkingar eru lokalir. Eg haldi tó ikki, at vit eru so annarleiðis enn onnur. Men eg haldi at vit eru eitt sindur hørð vit hava eitt sterkt yvirlivilsisinstinkt. Tað vísti seg eisini tá kreppan var og tá fóru vit ikki uppí tann stóra pottin. At vera lokalur er nakað við at tú ert á einum stað har tú skalt liva og hava tað gott. T.v.s. at gongur tað gott hjá grannanum, so smittar tað av. Tá tað gongur gott hjá onkrum í Klaksvík so fer at eisini at ganga gott hjá okkum øðrum. Vit eiga at hugsa lokalt tí tað gera øll, sjálvt um tey ikki halda seg gera tað.

Jantelóg
Jantelógin er forferdiliga niðurbrótandi, men eg meti ikki at hon er sterkari her enn aðrastaðni tíverri trúgvi eg ikki, at hon fer at doyggja út. Hon er ógvuliga destruktiv. Við tað at vit liva í einum lítlum samfelag, so ger tað at tað eru nakrir samanbrestir um vit koma keðiliga fyri, so er ringt at koma burturúr tí aftur, tí søgurnar ganga.

Partur av størri eind
Ein partur av okkara sjálvsfatan er, at vit skulu nokk klára okkum sjálvi. Men nú er infrakervið soleiðis, at tað er lættari at koyra aftur og fram. Sjálvt um teir elektronisku miðlarnar ikki beinleiðis kunnu setast í samband við tunnilin, so hava teir eitt sterkt árin á okkara sjálvsfatan nú er Klaksvík ikki eins isolera úti í Atlantshavið, sum hon var, men heldur ein partur av einari størri eind. Ert tú samd í einari slíkari lýsing?
Ja, tað er eisini soleiðis sum menningin fer. Vit kunnu siga at soleiðis eru vit. Eg t.d., havi ikki somu sjálvsfatan sum omma og abbi mín, men nú verður broytingin kanska skjótari enn undanfarin ættarlið hava uppliva. Tað er nógv truplari at vera ungur í dag, enn tá eg var barn. Eg trúgvi at tað er ein kolossalur munur, tí tey skulu taka støðu til so nógv ting frá barni av. Tað er bæði gott og ringt, tí børnini kunnu lættliga ørkymlast, um tey ikki eru nóg búgvin ella hava nóg góða barlast, til at taka avgerðirnar. Her hava foreldrini eina sera stóra ábyrgd, haldi eg. Lyndi í dag er, at tað er samfelagið, kommunan, skúlin og øll onnur enn ein sjálvur, ið stendur við ábyrgdini av børnunum. Hetta er ein farligur tendensur fyri eitt samfelag.

Selja okkum
Til síðst, ætlaði eg at runda av við evninum upplivilsir. Í breiðum týdningi, skal Klaksvík selja seg uppá upplivilsir. Fólk fara hagar, tey fáa upplivilsir. Hvussu kunnu vit, ikki bert frá kommununnar síðu, men sum ein eind selja okkum?
Har havi eg ofta hugsað um, at vit sum býur, kundu leiga Norðurlandahúsið har vit selja Klaksvíkina –  við at vísa á okkara vinnulív, við hava ymiskt undirhald har vit eksponera mentanina, og fortelja um Klaksvík, um søguliga persónar; kanska fortelja um krepputíðir, góðar løtur og slíkt. Slíkar events kundu víst føroyingum á hvat er í Klaksvík.

Nógv at uppliva í Klaksvík
Eisini kunnu vit áhaldandi vísa á hvat er her í Klaksvík. T.d. koma fólk inná gólvið í mínari fyritøku og spyrja um hvar Leikalund liggur, tá tey eru komin til Klaksvíkar. So hava vit eisini eitt konsept sum Trølla Pætur, ið er vælumtókt millum børnini, sum er skapt av eldsálum her í býnum. Vit hava eisini vælumtókta Summarfestivalin og áhugaverda Sjómannadagin. Tað er týdningarmikið at vit skapa hesar upplivingar her á staðnum. Eisini innan vinnuna, t.d. handil, haldi eg at vit kundu roynt at skaffa vørur, ið ikki eru at fáa aðrastaðni í Føroyum, so fáa vit fólk hendaveg. Vørumerkini úti í heimi eru so nógv í tali, at vit kundu gjørt okkum ómak fyri at fáa fatur á onkrum forkunnugum. Neyðugt er eisini at fáa mentanarligt samstarv við Fuglafjørð, Leirvík og Gøtu, og soleiðis styrkja henda partin av landinum, eisini so at vit fáa meiri lut í føroyskum og norðurlenskum grunnum.
At vit nú fáa eitt handilssentur er av stórum týdningi. Í hesum sambandi verða heilt avgjørt eisini upplivingar, ið vit kunnu selja okkum uppá; eitt nú í Marghøllini møguleikarnir eru nógvir.
Tá vinnulívsfólk vitja í øðrum londum, er tað av týdningi, at teir eru eksponentar, ikki bert fyri okkara vørur, men eisini okkara list. Tá vinnulívsfólk koma við einum mentanarligum ísletti eru tey altíð meira áhugaverd enn tey sum koma við køldum fakta. Tá vinnulig átak eru, messur og slíkt, síggja vit næstan altíð, at mentanin eisini verður víst fram. Mentan og vinna koyra sera væl saman, haldi eg.

Harleyfacadeacryl