Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vanta fólk, men ikki spennandi støð

John William Joensen

Norðlýsið á vitjan á einum ferðaleiðaraskúla í Santa Susanna, Spania.

John D. Olsen

Tey ungu sita í bólkum og práta saman um hvussu tey skulu orða seg fyri at gera tekstin so lættlesiligan og skilligan sum møguligt. Tey arbeiða við at gera kunningartilfar um eitt fiktivt ferðiupláss, nú tey eru komin 3 vikur inní ferðaleiðaraskeiðið og hava lært tey mest grundleggjandi tingini. Sólin skínur og speglast á andlitunum á teimum 20-24 ára gomlu, nú tey sita og loysa uppgávuna tey fingu í morgun.
Hetta er annað av trimum skeiðum, ið Århus fyritøkan, Service & Co skipar fyri í ár. Á teirra kanningartilfarið, verður sagt, at tey ið taka eitt ferðaleiðaraskeið eru tryggja arbeiði eftir at tey eru vorðin ferðaleiðarar.
Á hesum skeiðinum ganga 127 ferðafús fólk úr Danmark, Norra og Svøríki í øllum aldri, men eru tey flestu millum 20-24 ára gomul. Tey eru øll komin fyri at nema sær vitan, soleiðis at tey kunnu verða ferðaleiðarar. Nakrir føroyingar hava eisini gingið á hesum ferðaleiðaraskúlanum.
Tað er Sámal Bláhamar, frá Toru Tourist Trafikk, ið er millummaður millum føroysku miðlarnar, ið eru bodnir við til kunningarátakið á skúlanum.

Skúlin
Stórur dentur verður lagdur á at fyrireika næmingarnar til ymiskar óvæntandi støður, sum ofta vísa seg innan ferðaleiðara virksemið, við at leggja fleiri óvæntaðar táttar í undirvísingina. Undirvísingin er vanliga frá klokkan níggju um morgunin til klokkan nítjan um kvøldi. Siesta er frá klokkan trettan til klokkan fimtan. Evnini í frálæruni eru m.a. Hvat er tænasta, Tænasta og sálarfrøði, Mentan og trivnaður uttanlands og kropsmál. Frálæran er øðrvísi og lívlig og roynir at vera so nær við veruligar ferðaleiðarastøður sum møguligt.
Eftirlit er við um møtt verður til frálærutímarnar og skulu næmingarnir til sjey royndir fyri at fáa ferðaleiðaraprógv. Royndirnar snúgva seg bæði um teoretiska partin av skeiðinum og teir meira sosialu førleikarnir, ið skulu til fyri at klára seg sum ein ferðaleiðari.
Næmingarnir skulu ígjøgnum 7 royndir áðrenn tey kunnu kalla seg ferðaleiðarar. Sjálvt um at tey ungu hava nógvar møguleikar fyri at hugna sær á góða hotellinum, ið liggur beint við strondina og hevur stórar svimjihyljar í túninum, so arbeiða tey støðugt og hugaligt. Ikki slepst útum, tó, sum eisini ein av vegleiðarunum, Kasper sigur, at nógvar hormonir eru í luftini, tí er tað týdningarmikið at selja seg sjálvan og tað gerst best eftir at nakrir snapsir eru farnir niðurum; soleiðis er tað tá nógv ung eru saman, sigur hann. 

Persónleika menning
Afturat teimum ymisku viðurskiftunum, ið tengja seg beinleiðis til ferðaleiðarastarvið verður eisini stóru dentur lagdur á at menna hvønn einstakan á einum persónligum støðið. Nógv verður gjørt burturúr, at læra tey at føra seg fram uppá ein innbjóðandi og vinarligan máta og at fáa tey at hvíla í sær sjálvum. Mett verður, at hetta eru førleikar, ið eru sera týðandi fyri starvið.
Næmingarnir koma frá Danmark, Svøríki, Norra. Á hesum skeiðnum eru eingir føroyingar, men hava nakrir tó verið á skeiðinum hjá Service & Co fyrr. Grundirnar til, eins og ætlanirnar við at taka eitt ferðaleiðaraskeið eru ymiskar.

Ferðavinna á einum hægri stigi
20 ára gamla Micheala Petersson frá Oskarshamn, Svørríki, sigur at hon eftir at vera heimkomin av longum ferðatúri uttanlands, fann útav at hon hevði ein áhuga í ferðavinnuni á einum hægri stigi enn bert at ferðast sjálv. Tískil, leitaði hon á netinum eftir einum møguleika at útbúgva seg innan ferðavinnuna og fann hon Service & Co á netinum. Hon sigur, at eitt ferðaleiðararaskeið er eitt stig á vegnum til eitt spennandi starv innan ferðavinnuna. Eg royni at arbeiða so seriøst sum eg kann, men tað eru sjálvandi eisini stundir til at hugna okkum. Tíðin gongur so skjótt, at eg nærum havi mist skili á henni. Vit hava so nógv, sum vit skulu gera og eru upptikin alla tíðina. Mær dámar væl avbjóðingar og havi eg lært ein heilan hop um ferðavinnuna og um meg sjálvan.
Spurd um hon hevur ávísar ætlanir fyri framtíðina, sigur hon, at hon vónar at sleppa at vera ferðaleiðari í summar, men er ikki fullvís í hvat hon ætlar í framtíðini, annað enn at arbeiða innan ferðavinnu. Men um nakrar fáa dagar skal eg til samtalu við mín vegleiðara, so kanska eg har komi nærri inná hvat eg vil. 

Okkurt nýtt
Kennet Jakobsen sigur, at hann fór á ferðaleiðaraskeið eftir, at hann var liðugur at læra til eletrikara, tí at hann helt at okkurt nýtt skuldi henda í hansara lívi. Tá eg sá eina sending um at vera ferðaleiðari, helt eg, at eg skuldi royna at finna ein skúla har eg kundi fara á eitt slíkt skeið. Í summar ætli eg mær at verða ferðaleiðari, men til heystar vænti eg at eg kann víðka um mínar møguleikar innan ferðavinnuna, við at taka eitt ski-skeið, soleiðis, at eg eisini kann brúka meg sjálvan um veturin innan ferðavinnuna.

Kostnaðurin
Viðvíkjandi kostnaðinum, sigur 22 ára gamli Kennet, at hann metir at peningurin er gott givin út, tí skeiði er vert allar pengarnar. Men, sigur hann, at ferðaleiðarastarvið ikki er best lønta starv í heiminum, men tú fært nógv annað, ið ger at tað ikki bilar um lønin er heldur lítil. Vanligt er, at ein ferðaleiðari, umframt kost og logi, fær umleið 5000 kr. um mánaðin.
Sámál Bláhamar, ein av undangongumonnunum innan føroyska ferðavinnu, sigur, ferðavinnan í Føroyum hevur brúk fyri fólkið, ið er tænastusinnað og duga at greiða frá og at leiða ferðafólk runt í Føroyum. Vit vanta fólk, men ikki spennandi støð, sigur Sámal, ið fekk hugskotið til kunningarátakið á Fly Faroe stevnuni fyri stuttum.